Njål Sævik, stjóri í Havila Shipping, frammanfyri Havila Mercury. Mynd: Havila

Havila-skip aftur til verka - 30 sjófólk fáa arbeiði aftur


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jógvan Hugo Gardar

31.03.2017 - 11:49

Oljan >

Havila Shipping, ið er eitt av reiðariiunum í frálandavinnuni sum hevur merkt tungu tíðirnar í oljuvinnuni, boðar í morgun fra at Havila Mercury nú hevur fingið nýggjar uppgávur. Skipið bleiv tikið úr vinnuni í fjør, og hevur ligið fyri einki siðani.

Njål Sævik, stjóri á Havila Shipping, sigur at reiðaríið nú hevur sent boð eftir manningini sum var við skipinum, umframt nøkrum afturat.

- Vit bjóða fyrst og fremst arbeiði í hesum umfarinum til sjófolk sum hava silgt hjá okkum, sigur hann.

Talan er um góð 30 størv sum nú sulu setast.

Havila Shipping hevur í løtuni sjey skip sum liggja, og einki hava at gera. Men nógv skip liggja nú, og fleiri uppgávur koma á marknaðin, og tað merkir at helst skulu fleiri skip loysa seinni í ár.

Subsea-skipið Havila Subsea hevur eisini fingið nýggja avtalu, og skal loysa. Skipið hevur fingið viðlíkahald nýliga, og skal nú á eina trýára avtalu.