Mynd: Tidewater

Heimsins størsta reiðarí innan oljuveiting við at fara av knóranum


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jógvan Hugo Gardar

13.05.2017 - 18:29

Oljan >

Talan er um amerikanska Tidewater-reiðaríið, ið er skrásett á virðisbrævamarknaðinum í New York, ið nú leitar sær hjálp. Fyritøkan hevur heitt á myndugleikarnar um verju undir sokallaða Chapter 11-loysnini í USA, har feløg sum eru við at fara av knóranum kunnu fáa trygd fyri arbeiðsfriðið meðan roynt verður at finna eina loysn fyri at bjarga felagnum.

Partabrævið lækkaði 31 prosent tá boðini komu í gjár.

Reiðaríið er eitt av teimum størstu innan oljuveitingarvinnuna. Reiðaríið hevur tann størsta flotan av skipum í vinnuni Talan er um fleiri enn 300 skip.

Ein av orsøkunum til at fyritøkan nú er í fíggjarligari ódn, er keyp av einum norsku veitingarfelagi fyri fáum árum síðani, skrivar E24.