Hesin risin av einum seismikkskipi kemur á Fuglafjørð í kvøld at skifta manning, bunkra og fáa aðrar tænastur.

Heimsins størsta seismikkskip á Fuglafjørð


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

07.07.2017 - 13:20

Oljan >

Fuglafjørður er í dag karmur um vitjan av ikki færri enn tveimum av heimsins størstu seismikkskipum. Skipini koma til Føroya fyri at skifta manning, bunkra, proviantera og fáa aðrar vørur og tænastur. Eingin ivi er um, at hetta er ein stórur dagur fyri tey mongu, sum arbeiða – bæði í vinnuni og hjá myndugleikunum - fyri at gera Føroyar til ein maritiman tilfeingisdepil, eitt stað, har útlendsk skip kunnu fáa mest sum allar tær vørur og tænastur, sum tey hava tørv á í sínum arbeiði her í Norðuratlantshavi og á øðrum høvum. 

Tað er nevniliga bert hendingaferð, at hesi stásiligu før leggja at landi í Føroyum. Oftast fara tey í útlendskar havnir í Skotlandi og Noregi, tá tey m.a. skulu skifta manning. Men síðani bæði myndugleikar og vinnan í Føroyum eru farin at samskipa og menna arbeiðið at gera spennandi verkætlanina um Føroyar sum ein sjóvinnudepil í Atlantshavi meira ítøkiliga, so tykist tað so smátt at bragda. Fleiri og fleiri útlendsk reiðarí velja nevniliga føroyska havn framum aðrar havnir í grannalondunum m.a. tí hetta kann løna seg,tí  Føroyar eru kappingarførar og ikki minst tí at flogsambandið til umheimin er vorðið so gott. Hetta hava vit sæð, tá frálandsskip av nærum øllum slag, eru komin til Vágs, til Havnar, Runavíkar og á Fuglafjørð. Tænstuveitingar til m.a. henda partin av sjóvinnuni er so smátt við at gerast ein vinna burturav. Og enn er bert hol sett á eina gongd, sum kann fara at vinda nógv uppá seg, nú oljuvirksemið eitt nú vestan fyri Hetland mennist í hvørjum. Men eisini virksemi í Norðsjónum, í Barentshavinum og eystan fyri Kanada setir ringar í sjógvin heilt til Føroya. 

Í morgun kom Geo Coral hjá seismikkfelagnum CCG á Fuglafjørð fyri at skifta manning, bunkra og proviantera. Skipið er ávegis í Barentshavið. Ì kvøld kemur so heimsins størsta og mest framkomna seismikkskip, Ramform Titan á Fuglafjørð, eisini fyri at skifta manning, bunkra og fáa aðrar vørur og tænastur. Tað sigur ikki so lítið um støddina á skipinum, at tað er góðar 70 metrar breitt. Tað hevur nú í eina tíð skotið seismikk eystan fyri føroyska markið og er ávegis til Eysturkanada at standa fyri eini stórari seismiskari verkætlan. Nú Føroyar eru á leiðini hevur skiparin valt ta skjótastu leiðina til lands at gera skipið út til ferðina tvørtur um hav. Vit minnast øll, at nakað tað sama hendi í 2014, tá ein av heimsins størstu boripallum, West Hercules, eftir at hava arbeitt her í farvatninum, kom á Skálafjørðin, áðrenn hann helt leiðina um Atlantshav til Kanada.

Tað er Tor Shipping, ið er umboð fyri tey bæði skipini, sum í dag koma á Fuglafjørð. Tað verður oljufelagið Magn, sum letur olju til Ramform Titan, 1,4 mió ltr av gassolju. Coral tekur 800-900.000 ltr litrar av tungolju, sum danska felagið í Fuglafirði, UniOil Supply, stendur fyri.

Miðvíst arbeiði
Leif Hovgaard, sølustjóri hjá Magn er ein av teimum, sum fegnast um forkunnugu vitjaninar. Hann hevur nú í fleiri ár vegna Magn men eisini vegna føroyskar veitarar sum heild, gjørt eitt stórt arbeiði fyri at fáa útlendsk reiðaríir at fáa eyguni upp fyri Føroyum og teimum møguleikum, sum eru fyri at fáa vørur og tænastur her.

“Hetta má sigast at vera ikki sørt eitt týðandi vegamót, at stóru seismikkskipini kenna seg trygg og sannførd, tá tey taka avgerð um at fara í eina heilt nýggja havn í einum landi, har tey ikki hava verið áður. Hetta er tað vit miðvíst hava arbeitt við í mong ár – at fáa reiðaríini rætt og slætt at uppdaga Føroyar. At tvey so stór seismikkskip velja at koma í føroyska havn til at fáa so nógvar og ymiskar tænastur er einki minni enn ein kollvelting,” sigur Leif, sum vónar, at hetta bara er ein byrjan til nakað størri. “Sjálvandi skulu vit gera alt tað vit kunnu fyri at marknaðarføra Føroyar, men ikki fyrr enn skipararnir umborð á hesum mætu skipum, hava kent á egnum kroppi, hvussu tað er at vera í Føroyum, kunnu vit vænta, at skipini koma aftur og at hetta setir seg sum ringar í sjógvin og fær onnur skip eisini at royna føroysku loysnina,” sum hann málber seg.