Pioneering Spirit her við Yme pallinum, sum vigar 13.500 tons. Í summar skal hann flyta Brent Delta pallin, ið vigar 24.000 tons.

Heimsins størsta skip flyta pallar eystan fyri Føroyar til lands


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

14.04.2017 - 17:15

Oljan >

Øll olju- og gassævintýr fáa ein enda, fyrr ella seinni. Tá keldurnar eru vornar tómar kemur løtan, tá framleiðslupallar og útbúnaður á havbotninum skal takast niður aftur og flytast til lands. Hetta verður á oljumáli nevnt “Decommissioning”, sum merkir, at tú tekur nakað úr rakstri samb. Sprotanum. Eisini merkir hetta í sambandi við oljuútbúnað eina niðurtøku ella sundurtøku av eini olju- og gassstøð til havs.

Søguliga sæð hevur tað nú verið framleidd olja og gass í Norðsjónum í skjótt fimti ár. Og tí er hetta tíðin, tá fleiri av stóru keldunum eru um at tømast og tí mugu stongjast fyri altíð. Ein av størstu og elstu olju- og gasskeldunum í norðara parti av Norðsjónum er Brent-leiðin, sum eisini hevur givið ásetingini av oljuprísinum navn. Hon hevur staðið fyri stórum parti av oljufamleiðsluni á bretska landgrunninum í 40 ár, 3,1 mia. tunnur, og hevur harvið havt ein stóran týdning fyri bretska búskapin. Tá hon fór undir framleiðslu varð mett, at hon fór at vera tóm eftir 25 árum. Men so skuldi ikki vera. Nú nærkast tó endanum.

Ein av uppgávunum og ábyrgdunum hjá oljufeløgunum, tá tey fara undir at útbyggja olju- og gassleiðir, er at seta pengar av og gera sær greitt, hvat skal blíva av øllum útbúnaðinum, tá eingin framleiðsla er longur.

Upprudding og umhvørvið

Í skjótt 10 ár hava serfrøðingar hjá Shell og Esso, sum eiga Brent, arbeitt við eini niðurtøkuætlan fyri allar 4 Brent pallarnar, Alpha, Bravo, Charlie og Delta, útbúnað á havbotninum, brunnar og rørleiðingar. Herfyri vóru hesar ætlanirnar lagdar fram til almenna hoyring. Og viðmerkingar eru komnar frá eitt nú umhvørvisfelagsskapum, sum mótmæla ætlanini at lata tey risastóru jarn- og betongbeinini undir pallunum standa eftir á havbotninum.

Sambært ætlanunum hjá Shell, sum er fyristøðufelag, so verður mett, at tað er ein alt ov krevjandi og kostnaðarmikil og eisini vandamikil uppgáva at taka beinini upp eisini. Bara eitt av beinunum undir pallunum vigar 300.000 tons og eins nógv sum Empire State bygningurin í New York.

Niðurtøka av pallum í oljuvinnuni kemur undir reglarnar hjá altjóða felagsskapinum OSPAR, ið áseta, at oljufeløg skulu rudda upp eftir sær, tá tey eru liðug at framleiða olju og gass. Krøvini til oljufeløg eru rættiliga strong, soleiðis at hædd verður tikin fyri umhvørvinum. Men OSPAR reglarnar komu í gildi eftir, at Brent oljuleiðin varð útbygd, so Shell roynir at sannføra bæði bretskar myndugleikar og eisini OSPAR um, at uppgávan at taka eitt nú betongbeinini upp aftur, er nærum ómøgulig og kann gera meira skaðilig fyri umhvørvi enn at lata tey vera standandi á havbotninum.

Tíggju ár til at rudda upp

Tað verður nú arbeitt víðari við fyrireikingunum til at taka pallarnar niður komandi árini. Mett verður, at alt arbeiðið at taka pallarnar niður, flyta teir til lands og har taka teir sundur, fer at taka eini 10 ár. Hetta verður so tann fyrsta stóra “Decommissioning” verkætlanin í heimssøguni og verður mett sum ein týðandi roynd. Til at gera hana til veruleika verður brúkt einki minni enn heimsins størsta skip “Pioneering Spirit”, sum skal kunna lyfta allan yvirpartin av einum palli í einum. Skipið er 400 metrar langt og 100 metrar breitt og er serútgjørt til at flyta oljupallar. Tað verður eisini brúkt sum rørleggjaraskip og hevur júst nú fingið uppgávu frá russum at leggja Nordstream 2 rørleiðingina í Eystursjónum. Tað er kenda reiðaríið Allseas úr Sveits, sum eigur skipið, ið kostaði 25 mia. kr. at byggja.

Longu í summar fer skipið at lyfta ein av Brentpallunum, Brent Delta, sum vigar 24.000 tons. Hann verður fluttur til Teesside í Miðonglandi, har hann verður tikin heilt sundur. Fyritøkan Aple, sum hevur specialierað seg til nettup “Decommissioning” uppgávur, hevur brúkt 300 mill. kr. til at byggja út eina serútgjørda kai og kaipláss, sum skal kunna húsa tí fyrsta av teimum fýra pallunum. At sundurtøkan av pallunum fer fram á landi heldur enn á sjónum ger alla verkætlanina nógv bíligari og tryggari.

Nýggjur ídnaður – kanska eisini í Føroyum

Talan er um ein spildurnýggjan ídnað í kjalarvørrinum á oljuøldini, sum fer at geva nógv arbeiði, og sum nógvu komandi árini fer at vera verdur fleiri hundraðtals milliardir kr. Eisini um okkara leiðir, t.d. í Norðurskotlandi og Hetlandi og Orknoyggjunum gera tey seg so smátt út til at taka ímóti nýggju “Decomm” vinnuni. Og entá í Føroyum verður tosað um, hvussu vit kunnu gerast partur av hesi vinnu t.d. í einum samstarvi við bretskar fyritøkur. Her hava bæði MEST, Atlantic Supply Base og Runavíkar havn havt følarar út. Mett verður at ein útbygging á Skálafjørðinum kann vera rætti vegurin til at fáa Føroyum ein bita av hesi ovurstóru køku, tá fleiri og fleiri pallar í Norðsjónum skulu takast niður vegna tess, at oljugoymslurnar eru við at tømast. Vit skulu ikki gloyma heldur, at nógvir pallar liggja ikki so langt frá føroyskum øki.

Heimsins størsta skip

Skipið, sum er kjarnin í niðurtøkuætlanunum, er nakað heilt serligt. Tað er mest álíkt einum katamarani við tveimum oljutangalíknandi skipum hvørjumegin. Tað hevur longu prógvað sínar dygdir, tá tað herfyri flutti Yme pallin í Norðsjónum, sum vigaði 13.500 tons. Skipið er annars útgjørt til at kunna lyfta 50.000 tons. Hetta verður gjørt við at brúka eina sera framkomna hydrauliska útgerð. Skipið er útgjørt við tí mest nútímans útgerðini, ið fæst til eitt slíkt skip, eitt nú navigeringsútgerð, sum við 16 hátøkniskrúvum skal halda skipinum á sama stað, meðan arbeitt verður. 600 mans eru við skipinum. Tað hevur tikið ikki minni enn 30 ár at menna hesa verkætlanina skrivar Energy Voice, sum hevur vitjað umborð á skipinum í Amsterdam.

Keldur:

Shell.com

Energy Voice

BBC.com

Shetland News

Guardian