Oljupallurin er komin umborð á heimsins størsta skip, Pioneering Spirit í Bømlafjørðingum út fyri Haugesund. Mynd Sysla Offshore

Heimsins størsta skip undir risauppgávu


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

01.06.2018 - 10:52

Oljan >

Í morgun fór oljufelagið Equinor (Statoil) undir eina spildurnýggja og sera spennandi uppgávu, nevniliga at lyfta og flyta risastóra oljupallin, sum skal setast upp á Johan Sverdrup oljukelduni í Norðsjónum. Hon er tann 4. størsta í norska partinum av Norðsjónum og goymir upp til 3,1 mia. tunnur av olju. Framleiðslan at byrja við verður 450.000 tunnur um dagin.

Uppgávuna tekur felagið Allseas sær av. Felagið hevur júst bygt størsta skip, Pioneering Spirit, í heiminum til at flyta eitt nú oljupallar. Tað er 382 metrar langt og 124 metrar breitt og kann lyfta 48.000 tons. Tað kostaði 18 mia. kr. at byggja.

Tað er upprunaliga ætlað bara at flyta gamlar oljupallar til upphøggingar, men hetta er so fyrstu ferð, at tað verður nýtt til at flyta ein nýggjan pall út á oljufeltið.

Pallurin, sum er bygdur á Aibel skipasmiðjuni í Haugesund, vigar 22.000 tons. Tað fer at taka 2-3 dagar at flyta hann til feltið í Norðsjónum.

Tað áhugaverda er prísurin, sum varð uppá 120 mia. kr. Nú sigur Equinor, at prísurin verður 88 mia. kr. Eitt nú hevur man spart nógv við at brúka hetta skipið, tað sparir projektinum umleið 3-6 mánaðar arbeiði.

Samlaða inntøkan frá oljuframleiðsluni á Johan Sverdrup er mett til at gerast 1350 mia. kr.

Í løtuni verður pallurin lyftur umborð á Pioneering Spirit, sum liggur í Bømlafjørðinum uttan fyri Haugesund. Fyrr hevur man brúkt aðra mannagongd, tá pallar er usettir upp á einum oljufelti. Tá eru ymsu partarnar fluttir hvør sær og settir saman á feltinum. Nú verður allur pallurin fluttur undir einum. Tað verður mett at kunna spara nógvar pengar og tíð.

Nógvir føroyingar, sum eitt nú arbeiða hjá Pam Offshore, hava seinastu árini verið við til uppgávur á Aibel skipasmiðjuni, har risapallurin til Johan Sverdrup er bygdur. Nú verður so farið undir at byggja tveir pallar aftrat.

Til ber at fylgja við ”live” á heimasíðuni hjá Sysla Offshore.

https://sysla.no/offshore/na-skjer-lofteoperasjoenen/