Seadrill - heimsins størsti eigari av boripallum í fíggjarligum illveðri


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jógvan Hugo Gardar

04.04.2017 - 10:35

Oljan >

Norski ríkmaðurin John Fredriksen hevur fingið eitt andarhol í royndini at bjarga Seadrill, ið skal vera heimsins størsta boripallafelag. Fyritøkan skuldi havt goldið 2,95 milliardir dollarar, svarandi til knappar 21 milliardir danskar krónur.

Nettavisen skrivar í morgun at høvuðsskrivstovan hjá Seadrill, á Bermuda, í nátt sendi ut boð um at tey hava fingið gjørt semjur við bankarnar um at útseta afturgjaldingina av fleiri lánum. Talan er um lánsgjald sum fella til gjaldingar í apríl, mai og juni. Hesi eru nú útsett til august og september.

Í boðunum frá fyritøkuni verður sagt at hetta gevur teimum møguleika at samraðast við bankar og íleggjarar um at finna eina loysn á fíggjarligu trupulleikunum í felagnum.

Tá Seadrill hevði hægsta virði var virði Einar 117 milliardir krónur. Í gjar var virði á fyritøkuni á virðisbrævamarknaðinum 5,8 milliardir krónur. Størsti eigari er John Fredriksen, sum eigur 24 prosent í felagnum.

Seadrill bleiv stovnað í 2005. Árið eftir keypti fyritøkan Smedvig, bleiv ein av heimsins størstu eigarum av boripallum. Siðani eru risaíløgur gjørdar í nýggjar boripallar.

Sambært heimasíðu felagsins eigur Seadrill i dag 68 boripallar, og hevur skrivstovur í Oslo, Dubai, Houston, Dio de Janeiro og Ciudad del Carmen.

John Fredriksen er nevndarformaður. John Fredriksen er eisini størsti eigari í heimsins størsta alifelag, Marine Harvest Group, ið millum annað rekur føroyska dótturfelagið Marine Harvest Faroes.