IEA-stjórin Kamel Ben Naceur. Mynd: Dafina Shala/Norges Forskningsråd

Heimurin má hava meir olju og gass


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jógvan Hugo Gardar

04.12.2016 - 09:00

Oljan >

Altjóða orkuráðið, IEA, sigur í eini frágreiðing at heimurin hevur tørv á meir olju og meir gassi. Og ein partur av hesum skal helst koma frá londum sum Noreg.

- Olja og gass úr Noregi hava ein týdningarmiklan lut í framtíðar orkublandinum. Mátin Noreg framleiðir olju og gass setir færri umhvørvisspor enn hjá flestu oljuframleiðandi londum, segði IEA-stjórin Kamel Ben Naceur, tá hann gelt sína framløgu á OG21-fundinum í Oslo í vikuni.

Baceur vísti til fesku World Energy Outlook, sum stað festir at komandi 25 árini kemur heimurin at hava stóran tørv á meir orku, og at nógv av hesari kemur frá vindi, aldu og øðrum sokallaðum reinum orkukeldum. Naceur vísti á at hóast nógv verður gjørt fyri at finna avloysarar til fossilu orkukeldurnar, so koma størstu íløgurnar komandi 25 árini at vera í olju og gass.

- Serliga tørvurin á gassi verður vaksandi, segði hann.