Hetlendingar útbyggja havnir til sundurtøku av gomlum oljupallum


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

17.03.2018 - 15:03

Oljan >


Í grannaoyggjunum, Hetlandi, eru tey í ferð við at tilrættaleggja eina vinnuframtíð við sundurtøku av gomlum oljupallum, eisini kent undir heitinum ”Decommissioning”. Hetta er seinasta liðið í oljuvinnuni, tvs. at tá ið oljukeldur eru vornar tómar, hava oljufeløgini pliktað seg til at taka niður og sundur bæði pallar, skip og útbúnað á havbotninum. Mett verður at her liggja stórir vinnumøguleikar og kring Norðsjógvin eru lond longu í ferð við at taka pallar niður, tó at hetta bert er ein byrjan uppá ein stórídnað komandi árini.

Hetlendingar vilja sum vera man hava part av køkuni. Nú teir hava verið partur av oljumenningini seinastu 50 árini, og fleiri oljukeldur í Norðsjónum eru um at tømast, skulu pallar og útbúnaður takast í land og har takast sundur til endurnýtslu. Hetta arbeiðið er so smátt byrjað í Hetlandi, har fyrsti pallurin Buchan Alpha kom til lands nakað herfyri. Nú arbeiða so hetlendskir myndugleikar við ætlanum at útbyggja havnina við Dales Voe í Lerwick til eina sonevnda “one-stop-shop” fyri Norðsjóvar decommissioning.

Tað er fyritøkan Peterson, sum gongur á odda og hevur lagt fram eina ætlan um at víðka bryggjuna við Dales Voe, sum liggur uttan fyri høvuðsstaðin. Ætlanin er at skapa umstøður fyri at kunna taka ímóti stórum pallum, sum síðani verða tiknir sundur á landi. Í løtuni arbeiða Peterson saman við fyritøkuni Veolia við at taka sundur Buchan Alpha framleiðslupallin.

Peterson ynskir at menna møugleikarnar fyri at kunna arbeiða við niðurtøku av pallum uppá longri sikt. Hetta skal gerast í samstarvi við Greenhead Base í Lerwick. Har verða størri partar av pallinum tiknir sundur og fluttir av landinum aftur til endurnýtslu. Roknað verður við 20 til 50 arbeiðsplássum, tá mest er at gera. Herfyri varð bryggjan við Dales Voe útbygd fyri umleið 120 mió. kr. til tess at kunna taka ímóti pallum.

Stjórin í Peterson, James Johnson, sigur sambært heimasíðuni Energy Voice, at umstøðurnar eru sera góðar til at taka ímóti pallum frá norðara og miðpartinum av Norðsjónum.

”Útbyggingin av Dales Voe við djúpum vatni og eini tí sterkastu bryggjuni í Bretlandi, fer at gera okkum uppaftur betri førar fyri at bjóða okkum fram á stóra decom marknaðinum.”

Sandra Laurenson, stjóri fyri ”Lerwick Port Authority” sigur, at Dales Voe er ein av nøkrum fáum havnum og skipasmiðjum kring Norðsjógvin, sum hava umstøður at taka ímóti stórum pallum til at taka sundur.