Hørð kapping um bestu leitiøkini í 2018


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

09.01.2018 - 13:20

Oljan >


Kappingin um bestu leitiøkini fer at vera sera hørð í 2018. Hetta sigur orkuráðgevarafelagið Wood Mackenzie (Woodmac) í seinastu frágreiðing síni.

Woodmac sigur, at tilsamans 40 leitiútbjóðingar verða næstu 12 mánaðirnar, og at kappingin um tey bestu økini at leita í verður hørð, nú serstakliga tey stóru oljufeløgini fara at bjóða uppá somu møguleikarnar. Tey mest umbidnu leitiøkini verða í Brasilia og Mexico.

Hóast harða kapping fara feløgini kortini at vera varin, tá tey velja at gera íløgur í leitiboringar. Ráðgevarafelagið væntar ikki, at leitivirksemið fer at vaksa nógv í ár. Heldur fara vit at síggja somu tilgongd sum seinastu árini, har minni verður borað, tó at vit fara at síggja fleiri av brunnunum boraðar á djúpum vatni. Víst verður á, at ongantíð síðani seinna heimsbardaga hevur verið so lítið leitað sum nú og mett verður av fleiri eygleiðarum, at henda sera avmarkaða leitingin kann hava sera álvarsligar avleiðingar við sær, tá tørvandi nýggj fund fara at minka um goymslurnar av olju og gassi og harvið vaksa eftirspurningin og gera oljuna nógv dýrari enn nú.

Woodmac metir, at tað bert verða tey stóru oljufeløgini, nøkur fá almenn oljufeløg og heilt fá av teimum sjálvstøðugu feløgunum, sum fara undir stórar og váðiligar boriverkætlanir komandi tíðina. Feløgini hava nevniliga fyrst og fremst lagt seg eftir at konsolidera seg eftir príslækkingarnar, og eru tí varin at fara í gongd aftur við kostnaðarmiklar og váðafullar leitiboringar.

Woodmac sigur eisini í frágreiðingini, at tað roknar við, at feløgini fara at vera varin við at hækka leitibudgettini, eisini hóast oljuprísurin er hækkaður. Leitingin fer framvegis at vera undir 10% av samlaðu íløgunum í oljuvinnuni. Men kortini eru tekin til, at leitingin skjótt fer at geva yvirskot. Útreiðslurnar til leiting eru í fleiri førum minkaðar í eina helt, síðani oljuprísurin kavaði í 2014.

Og her hevur tað ikki minst týdning, at komandi leitiboringar sleppa undan tí sera høgu pallleiguni, sum varð galdandi tey góðu árini áðrenn 2014. Í frágreiðingini verður víst á, at ídnaðurin í 2018 fer at bora færri men meira lønandi og fokuseraðar brunnar. Eftir fleiri sera trupul ár, so eru fíggjarligu útlitini hjá leitifeløgum meira bjørt.