Havila Mercury, í Bergen um vikuskiftið, verður nú lagt fyri teym, fyri at spara pengar hjá Havila Shipping sum kann fara a húsagang. Mynd: Jógvan H. Gardar

Í dag fæst at vita um Havila Shipping hevur nakra framtíð


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jógvan Hugo Gardar

28.11.2016 - 07:27

Oljan >

Klokkan 14 seinnapartin gongur freistin út hjá Havila Shipping. Um leiðsland í fyritøkuni ikki hevur funnð eina semju við nakrar minnilutaeigarar sum sita á skuld í felagnum, so verður Havila sent í skiftirættin.

Havila Shipping hevur í langa tíð stríðst fyri at yvirliva figgjarliga. Tann 9. november kunngjørdi Havila sína triðju roynd at bjarga felagnum. Men sum við teimum báðum fyrstu uppskotunum, so manglar bara eitt ja frá fra minnilutaeigarunum, fyri at hendan avtalan kann undirskrivast.

Men leiðslan fær ikki hesar innilutaeigararnar við sær, tí teir eru misnøgdir við hvussu avtalan er sett saman, og hvussu felagið skal síggja út um hendan avtalan skal leggjast til grund fyri rakstrinum víðari.

Minnilutaeigararir sita við meir en neyðuga triðinginum av partabrøvunum fyri at kunna steðga ætlanini hja Havila-leiðsluni. Og á triðja sinni steðgaði minnilutaeigararnir í farnu viku uppskotinum.

Njål Sævik, stjóri í Havila Shipping, segði við Sysla.no í farnu viku, at um minnilutaeigararnir ikki goðtaka hesa avtaluna, so verður Havila sent í skiftirættin í dag klokkan 14.

Sum skilst hevur Havila-leiðslan eina B-ætlan, men hesa vil hon ikki vísa fram fyri partabrævaeigarunum, fyrrenn eingin annar vegur er.

Sævik-familjan, sum eigur meir enn 50 prosent í Havila Shipping, hevur eisini áhugamal í føroysku frálandavinnuni, gjøgnum Skansi. Higartil hevur verið sagt at trupulleikarnir í Havila ikki koma at orógva Skansi. Spurningurin er to hvussu ein húsagangur í Havila kemur at merkja fíggjarligu møguleikarnar hjá Sævik-familjuni.