Í rættin við norska statinum fyri at steðga oljuleiting í Arktis


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

15.11.2017 - 12:38

Oljan >


Í gjár byrjaði rattarsak í Oslo móti norska statinum, sum hevur til endamál at steðga oljuleiting í Arktis. Tað eru umhvørvisfelagsskapir í Norra, sum hava lagt sakina, ið er ein tann fyrsta av sínum slag, har eitt land verður saksøkt á henda hátt. Feløgini, sum hava saksøkt norska statin, siga, at avgerðin hjá norska statinum at loyva oljuboring í Arktis, stríðir ímóti norsku grundlógini og er eisini beint ímóti avgerðini, sum heimsins lond tóku í París um at seta tiltøk í verk fyri at steðga yvirupphitingini av klótuni. Teir báðir umhvørvisfelagsskapirnir, Nature and Youth og Greenpeace vilja við hesi sak bjóða 23. útbjóðingini í Barentshavinum av. Umboð fyri Greenpeace sigur, at tey eru farin í rættin fyri at steðga framleiðsluni av fossilum brennievnum, sum tey siga eru høvuðsorsøkin til veðurlagsbroytingar. Tey vísa á, at norska stjórnin eins og aðrar stjórnir mugu gevast at geva loyvi til nýggja oljuleiting.

Sakarmálið hevur skapt áhuga kring heimin og ikki minst í stórum kendum miðlum sum The Economist og Financial Times. Vísir verður á, at sakarmálið sendir eina ávaring til heimin, nú veðurlagið aftur er á breddanum eitt nú á ráðstevnu í Bonn í Týskalandi. Sagt verður, at rættarmálið er ein ávaring um ikki at fara undir leiting eftir olju og gassi í viðkvomum økjum sum Arktis skrivar Barents Observer.

Tað er serstakliga Statoil, sum stendur fyri boringum í Arktis og hevur felagið sagt frá, at tað fer at bora aftur í Barentshavinum komandi summar. Rættarmálið varir helst til 22. november og ein avgerð í málinum verður tikin tíðliga næsta ár.