Íslendski oljudreymurin í vanda nú Norra og Kina rýma


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

24.01.2018 - 14:52

Oljan >


Íslendsku vónirnar at finna olju og gass í undirgrundini fingu eitt dygt skot fyri bógvin, tá einastu útlendsku oljufeløgini, sum hava havt leitiloyvi í Íslandi, norska Petoro og kinverska CnoocNexen, í vikuni boðaðu frá, at tey hava latið loyvini inn aftur til myndugleikarnar. Hetta merkir, at íslendska oljufelagið Eykon Energy nú er einasta oljufelagið, sum hevur eitt oljuleitiloyvi í Íslandi. Felagið var annars partur av einum loyvi saman við almenna kinverska oljufelagnum CnoocNexen, sum var fyristøðufelag og síðani eisini almenna norska oljufelagnum Petoro.

Tað varð almenni íslendski oljumyndugleikin, ” Iceland’s National Energy Authority”, sum boðaði frá, at tey bæði útlendsku oljufeløgini hava tikið seg úr leitingini. Eykon Energy sigur í eini viðmerking, at tað ætlar ikki at lata sín part av loyvinum innaftur. Hann er 15%. Kortini er støðan tann, at hetta felagið hevur ikki hvørki tøkniligu ella fíggjarligu orkuna til at halda fram einsamalt. Tað hevur tí sagt frá, at tað fer at leita eftir nýggjum samstarvsfeløgum.

Íslendingar løgdu út við síni fyrstu leitiútbjóðing í 2009. Energy Voice, skotski netmiðilin hjá Press and Journal, skrivar, at íslendingar høvdu sera stórar vónir til eina oljuvinnu og ynsktu at endurtaka væleydnaðu royndirnar frá grannanum fyri eystan, Noregi. Víst verður eisini á, at onnur oljufeløg, teirra millum Faroe Petroleum, hava longu latið innaftur síni loyvi í íslendskum øki.

Umboðsmaðurin hjá Petoro, Christian Buch sigur sambært Energy Voice, at fyristøðufelagið CnoocNexen metti, at tað var ikki nóg áhugavert at halda fram við kanningunum í næsta stiginum av verkætlanini, nú møguleikin fyri at finna lønandi nøgdir av kolvetni er so lítil. Petoro tók undir við avgerðini hjá fyristøðufelagnum og tess niðurstøðu.

Men íslendska Eykon sær framvegis stórar møguleikar í loyvinum og hevur heitt á myndugleikarnar at geva tí stundir at leita eftir øðrum partnaum, sigur nevndarlimurin Gunnlaugur Jonsson. Felagið hevur nú tríggjar vikur at leggja fram eina ætlan fyri myndugleikunum sigur leiðarin í Orkustovninun, Gudni Johannesson.

”Vónirnar til at finna og framleiða olju á íslendska landgrunninum eru als ikki sleptar leggur Johannesson aftrat. Stjórnin hevur sum er ikki tikið nakra avgerð um nýggja útbjóðing, men tað kann henda, at stjórnin fer at gera tað seinni."