Yitzhak Tshuva. Mynd: Gidon Levin

Ísraelar eru nú størstu eigarar í Faroe Petroleum


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jógvan Hugo Gardar

26.12.2016 - 15:20

Oljan >

Jóladag boðaði ísraelski íløgubólkurin Delek Group frá, at tey hava keypt 13,18 prosent av partabrøvunum í Faroe Petroleum. Delek keypir øll partabrøvini sum Dana Petroleum hevur átt í Faroe Petroleum fyri eina upphædd svarandi til umleið 375 milliónir danskar krónur.

Hetta merkir samstundis at Delek Group gerst størsti einstaki eigarin í Faroe Petroleum.

Sterki maðurin í Delek Group er 68 ára gamli Yitzhak Tshuva, føddur í Tripoli í Libya, men í dag ísraelskur ríkisborgari. Familjan rýmdi úr Libya longu tá Tshuva var hálv ára gamal, eftir at abbin bleiv dripin. Hann er sjeyndríkasti maður í Ísrael, sambært Forbes, og hevur í mong ár verið ein av stóru íleggjarunum bæði í Ísrael og í øðrum londum.

Hann er best kendur sum stovnarin av El Ad Group í 1992, sum millum annað hevur gjørt risastórar íløgur í ognir og bygningar í Norður-Amerika. Millum annað hevur El Ad átt stór hotel og íbúðarhús á Manhattan í New York, Toronto og Montreal.

Men tað er serliga tað sum hendi í 1998, sum hevur rist navnið Tshuva inn í minni á íleggjarum bæði i Ísrael og í øðrum londum. Tá eydnaðist tað Tshuva at skumpa Recanati-familjuna av rókini sum stóru eigararnar í Delek Group. Síðani hevur Tshuva bygt Delek Group up til at gerast ein stórur eigari innan orku, trygging, biotøkni og sergjørdar verjubilar sum skulu tola bumbur og skot.

Nú hevur Tshuva og Delek Group fest eyguni á Norðsjógvin og olju- og gassvinnuna. Fyri góðum ári síðani keypti Delek Group 20 prosent av partabrøvunum í Ithaca, ein íløga sum enn ikki hevur givið so nógv. Delek Group leitar eftir áhugaverdum fyritøkum nú oljuprísurin er lagur, og fleiri fyritøkur mangla íleggjarar.

Tað er í hesum langtíðarætlanini ein skal síggja keypið av partabrøvunum í Faroe Petroleum. Føroyska oljufelagið er eitt av fáum feløgum sum hevur megna at sleppa undan at missa tamarhaldi á sínum íløgum og hevur kunna fyrireka seg til at tíðirnar gerast betri fyri oljuvinnuna aftur.

Stjórin í Delek Group, Asi Bartfeld, sigur í eini viðmerking til keypi í Faroe Petroleum, at fyritøkan farnu trý árini, meðan oljuvinnan hevur havt tað tungt, hevur prógvað at til ber at reka rímuliga og samstundis at økja um møguleikarnar at vaksa. Hann leggur afturat at iløgan í Faroe Petroeleum er ein partur av teirra langtíðarætlan, sum er at gera íløgur uttanfyri Israel.