Jógvan Skorheim, framsøgumaður fyri Sjálvstýri, helt fiskivinnan kann læra av oljulóggávu. Mynd Jan Müller/oljan.fo

Oljuleiting náttúrligur partur av samfelagsmenningini


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

15.03.2017 - 22:58

Oljan >

"Hóast vit framvegis ynskja ein grønan profil fyri Føroyar, so halda vit, at oljuleiting er ein náttúrligur partur av okkara menning, og at tað eru onnur lond, sum hava tørv á okkara olju. Tá skal møguleikin fyri at fáa oljuna upp úr undirgrundini sjálvandi vera til steðar. Tí vilja vit geva hesum uppskotum ta bestu viðgerð," segði framsøgumaðurin hjá Sjálvstýri, Jógvan Skorheim, tá hann í farnu viku viðgjørdi uppskot til nýggja leitiútbjóðing eftir olju. Hann kundi sum heild taka undir við uppskotinum og segði m.a.:

”Grundleggjandi er tað gott, at man aftur fer at seta fokus á at fara undir aftur oljuleiting undir Føroyum. Tað er eisini gott, at man roynir at gera eina smidligari skipan, so landsstýrismaðurin hevur fleiri heimildir, og soleiðis at tað ikki verður ein spurningur at fara aftur í løgtingið, hvørja ferð eitt loyvi gongur út ella trupulleikar eru við einum ella øðrum.”

Eyðun Elttør við at leggja lunnar

Jógvan Skorheim fegnaðist um oljutilgongdina higartil og lat í hesum sambandi eisini orð fella um leiklutin hjá fyrsta landsstýrismanninum í oljumálum, Eyðun Elttør, um tað mundið, tá fyrireikingarnar vórðu gjørdar til oljuleiting á sinni.

”Nú hava vit hoyrt, at lógaruppskotið til oljuleiting undir Føroyum av fyrstan tíð er sera væl evnað til og er gott handverk og vælfunderað. Onkur framsøgumaður hevur nevnt, at tað hevði verið gott, um fiskivinnan varð regulerað og gjørd uppá sama máta. Kanska hevði tað verið eitt hugskot at sett ein sjálvstýrismann til at tikið sær av at gjørt fiskvinnulóggávuna, tí tað var ein sjálvstýrismaður, sum tók sær av at gera orkulóggávuna og oljulóggávuna tann tíð tað var. Tá var tað Eyðun Elttør, sum var landsstýrismaður.

Hóast vit ikki hava funnið oljuna enn, so hevur henda lógin virkað sera væl, og tað arbeiði, sum bleiv gjørt, áðrenn hon fór at virka, var eitt øgiliga gjølla gjørt arbeiði. Tí hevur hon eisini virkað so væl í langa tíð. Tað hevur givið samfelagnum nakað væl í peningi, sjálvt um vit ikki hava funnið oljuna,” segði Jógvan Skorheim og vísti til viðmerkingarnar til uppskotið, sum siga, at tað virksemi, sum oljuleitingin hevur skapt, hevur gjørt, at vit hava fingið stórar inntøkur til samfelagið beinleiðis og óbeinleiðis, Fram til 2007 hava vit fingið 110 mill. kr. inn í inntøkum frá loyvistreytum ol.

”Beauty-contest”

Framsøgumaðurin hjá Sjálvstýri helt fyri, at tann sokallaða ”Beauty-contest” kappingin, sum hevur verið millum oljufeløgini í sambandi við loyvistillutanina, hevur eisini verið ein styrki fyri tilgongdina. Tvs. at man skal gera seg ”flottan” fyri at fáa fatur í einum loyvi.

”Har síggja vit, at tíggjutals milliónir eru latnar til undirvísing og førleikamenning. Haldi tað er áhugavert at hugsa tann vegin eisini: at kunna fáa pengar inn aðrar vegir enn bara at fáa pengar inn í fyrsta liði. Tað er ein rúgva av slíkum stuðlaðum verkætlanum, sum hava gjørt, at vit sum samfelag eru vorðin ríkari og harvið eisini hava kunnað uppraðfest okkum sum samfelag kanska eisini á einum meira persónligum støði.”

Skilagóð uppskot

Jógvan Skorheim koma til ta niðurstøðu, at bæði uppskotini, sum eru løgd fram, eru skilagóð.

”Vit eru heit fyri, at man víðkar um møguleikarnar og ger skipanina smidligari. Hóast vit framvegis ynskja ein grønan profil fyri Føroyar, so halda vit hetta er ein náttúrligur partur av okkara menning, og at tað eru onnur lond, sum hava tørv á okkara olju. Tá skal møguleikin fyri at fáa oljuna upp úr undirgrundini sjálvandi vera til steðar. Tí vilja vit geva hesum uppskotum ta bestu viðgerð.”