Soleiðis fer nýggja stórhavnin sunnan fyri Aberdeen at síggja út.

Kappingin um Atlantshav - skotar 3 mia. kr. í nýggja stórhavn


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

19.04.2017 - 17:27

Oljan >


Nú sjóvegis flutningur og ferðsla í okkara parti av Norðuratlantshavi eftir øllum at døma fer at vaksa og økjast munandi komandi árini m.a. vegna veðurlagsbroytingar í Arkis, so er greitt, at ein nýggj og avbjóðandi kapping liggur og lúrir handan hornið um at fáa ein bita av køkuni, tá skipaferðslan av álvara fer at taka dik á seg. Við tí bráðnandi ísinum í Arktis, verður mett, at nýggjar flutningsleiðir millum Asia og Europa fara verða troyttar í stóran mun. So her liggja stórir framtíðar inntøkumøguleikar hjá londunum í økinum tvs. Grønlandi, Íslandi, Noregi, Føroyum og Skotlandi.

Í Føroyum hava politikarar og vinnulívsfólk gjørt vart við hesa støðuna, sum hómast úti í havsbrúnni. Og eftirhondini aldargamla ætlanin við at gera Føroyar til ein maritiman tilfeingis- og tænastudepil er vorðin meira aktuell enn nakrantíð. Stórar havnaútbyggingar verða tí eisini gjørdar ella liggja á tekniborðinum bæði í Føroyum, í Orknoyggjum og Hetlandi og á skotska meginlandinum, her serstakliga á Aberdeen leiðini. Bara í Føroyum eru longu gjørdar stórar havnaútbyggingar bæði í Vági, á Tvøroyri og í Klaksvík, og í løtuni verða uppaftur størri havnaútbyggingar framdar í Havn og á Skálafjørðinum. Nógv av hesum eisini við tí fyri eygað at kunna vera tilreiðar at taka ímóti komandi bylgjum av skipum av ymsum slag, tað veri seg fiskiskipum, ferðamannaskipum, frálandsskipum osfr. Og ein týðandi forðing fyri at fáa stóru skipini til lands her hevur higartil verið tørvurin á nóg máttmiklari tovmegi. Nú er tað so at siga komið uppá pláss við, at MEST hevur keypt stóran sleipibát. So møguliga er hetta eitt puslispæl, sum byrjar at fáa skap og ganga upp. Stóri spurningurin er so, hvussu væl vit hava megnað at samansjóva og menna havnaútbyggingar til felags og besta gagn fyri alt samfelagið.

Vit hava longu sæð, at vaksandi oljuvirksemi vestan fyri Hetland eisini hevur sett ringar í sjógvin her heima hjá okkum. Herfyri vóru ikki færri enn trý stór frálandsskip á føroyskum firðum og havnum. Og á landi eru føroyskar veitarafyritøkur tilreiðar at bjóða sínar vørur og tænastur fram tað veri seg til manningarskifti, bunkring og proviantering og umvælingar.

Nigg Bay útbygging

Í Skotlandi og oyggjunum har eru tey eisini sera bevíst um framtíðar møguleikarnar, sum bæði nógva oljuvirksemi í hesum partinum av Atlantshavi gevur umframt framtíðar avbjóðingarnar við øktari ferðslu tvørtur um Atlantshav og til og frá Arktis. Fyri at møta avbjóðingini hava myndugleikarnir í Aberdeen leingi arbeitt við eini stórari havnaútbygging sunnan fyri verandi havn. Har skal ein spildurnýggj havn byggjast fyri meira enn 3 mia. kr. eisini við stuðuli úr ES grunnum. Í hesi viku fer býráðið at geva grønt ljós til útbyggingina av Nigg Bay havnini, ið bæði skal kunna taka ímóti fiskiskipum, farmaskipum, frálandsskipum og stuttleikaskipum.

Havnaútbyggingin verður klár í juni 2020. Hon fer at skapa 7000 nýggj arbeiðspláss og generera 10 mia. kr. til lokala búskapin í 2035. Tað er ikki bara í Føroyum, at mótmæli taka seg upp í sambandi við havnaútbyggingar. Eisini í Aberdeen eru tað tey, sum eru sera hørm og vreið um, at vakra náttúruøkið við Nigg Bay nú skal brúkast til vinnu. Fleiri politikarar oo. vilja vera við, at útbyggingin bara er fyri at tæna teimum ríku umborð á stuttleikaskipum og vísa til, at meðan 3,5 mia. kr. fara til hesa útbyggingina, so verða mongu fiskivinnubygdirnar og havnirnar har sleptar uppá fjall. Nógva staðni er tørvur á at gera ábøtur men játtaðar verða bara smærri peningaupphæddir.

Elsta havnin í Evropa

Tað hevur tó leingi verið alt ov trongligt í verandi havn í Aberdeen og fyri ikki at missa møguleikan at kunna halda fram sum høvuðshavnin í hesum geografiska økinum og annars fáa lut í framtíðar flutnings-vøkstrinum, so hava myndugleikarnir skorað á at fáa útbyggingina framda tó at hetta er vorðið nógv seinkað. Havnin fer at fevna um 1400 metrar av keiplássi og verður dýpið alla staðni 9 metrar. Eisini verður stórt øki planerað við havnina, soleiðis at Aberdeen kann fáa lut í nýggju ”Decommisioning” vinnuni, har partar av oljupallum verða tiknir sundur á landi.

Tað er einki løgið heldur, at stórt fokus er á umrøddu havnaútbygging. Aberdeen havn er tann elsta í Evropa við sínum 900 árum á baki, og ein orsøkin til, at hon hevur megnað at yvirlivað og vera við í kappingini, er nettupp tann, at man hevur megnað at lagað havnina til nýggjar broytingar í tíðini sigur Colin Parker, nevndarformaður í Aberdeen Harbour við Energy Voice. Hann hálovar útbyggingini, sum framhaldandi fer at tryggja Aberdeen plássið sum høvuðshavnin í hesum partinum av heiminum.

Havnaútbygging her og har

Í ávísan mun fer hon so eisini at vera ein kappingarneyti til føroysku havnaútbyggingarnar. Føroyskir veitarar og myndugleikar eru helst vitandi um hesa kapping og vilja tí menna vørur og tænastur og seta enn eitt klípi í verkætlanina at gera Føroyar til ein martiman tilfeingisdepil í Atlantshavi. Spurningurin er so, hvussu væl vit í Føroyum hava megnað at hugsa landspolitiskt eisini heldur enn bara lokalt, tá vit um nærum sama mundið fara undir tvær stórar havnaútbyggingar í sama grannalag. Hava vit dugað nóg væl at samansjóva hesar og hugsa um, hvussu hesar bæði hvør sær og saman kunnu vera við til at vinna kappingina við stóru havnirnar í grannalagnum, eitt nú henni í Nigg Bay við Aberdeen. Skotsku útbyggingarætlaninar hava tikið langa tíð, men úrslitið er so tað, at har verður hugsað um heildina og hvussu man best fótar sær í framtíðini í eini harðari kapping um kundarnar. Um sama mundið verða gjørdar havnaútbyggingar bæði í Hetlandi og Orknoyggjum m.a. við framtíðar ”decommissioning” vinnuni fyri eygað.