Kina megnar at minka CO2 útlát við 2/3 innan 2050


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

18.11.2017 - 19:35

Oljan >


Kina er tað landið í heiminum, sum lekur út í atmosferuna mest av veðurlagsgassum, men við einum miðvísum og áhaldandi politikki kann landið avmarka CO2 útlátið við meira enn tveimum triðingum innan 2050. 

 Sambært frágreiðingini “China Renewable Energy Outlook 2017” megnar Kina at minka um CO2-útlátið frá dagsins 10 mia. tunnum árliga til 3 mia. í 2050. Frágreiðingin, sum er eitt úrslit av arbeiðinum hjá kinesisku miðstøðini fyri burðardyggari orku, við stuðuli frá Danmark, varð løgd fram á veðurlagsráðstevnuni í Bonn nú um dagarnar. Hóast Kina er væl ávegis at lúka veðurlagsmálini fyri 2020, noyðist landið taka stór stig fyri at minka um nýtsluna av koli sum orkukeldu í ídnaðinum, sigur stjórin í CNREC, Wang Zhongying.

Seinastu árini hevur Kina lagt seg eftir at gera íløgur í varandi orkukeldur so sum sól og vind.

Kelda: NTB