Kinverska oljufelagið CnoocNexen borar leitibrunn skamt frá føroyska markinum. Veitingarskip er Kongsborg hjá Skansi Offshore.
Kelda: Marintraffic.com

Kinverjar bora nú eystan fyri Føroyar - við føroyskari hjálp


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

06.06.2017 - 17:14

Oljan >

Fleiri av stóru oljufeløgunum í fjareysturi, úr Japan, Suðurkorea og Kina, eru javnan  partur av oljuleitingini her um okkara leiðir, á Atlantsmótinum. Tey koma og fara. Eitt av teimum lutvíst nýggju asiatisku feløgunum er almenna kinverska oljufelagið CNOOC, ið nú er farið undir eina leitiboring sum fyristøðufelag á Atlantsmótinum eystan fyri føroyska markið. Cnooc keypti herfyri meirilutan í kanadiska oljufelagnum Nexen. Við hesum keypinum fylgdu fleiri leitiloyvi vestan fyri Hetland, eitt nú oljumiðið Craster, sum liggur nær við oljukeldurnar Clair og Schiehallion, ið liggja skamt frá føroyska markinum.

CnoocNexen fór nú um dagarnar undir at bora sín fyrsta brunn á Atlantsmótinum saman við BP, sum herfyri keypti ein part av loyvinum. Umframt at borileiðin er skamt frá føroyska markinum, so hevur kinverska oljufelagið leigað ein gamal kenning frá føroysku leitingini til at bora, nevniliga West Phoenix, sum boraði sjeynda brunnin á landgrunninum á Anne Marie leiðini og rakti við gass har.

Tað sær ikki mætari út enn, at tað ”føroyska elementið” eisini í aðrar mátar fylgir við boringini hinumegin markið. Fyristøðufelagið CnoocNexen hevur nevniliga gjørt avtalu við Skansi Offshore um veitingartænastur í sambandi við boringina. Kongsborg hevur fingið uppgávuna at veita tænastur til boriverkætlanina í teir 140 dagarnar hon varir.

Spennandi verður nú at síggja, hvussu fer at hilnast við hesi fyri tíðina sjáldsomu leitiboring, og um kinverska oljufelagið kanska eisini verður at síggja millum feløgini, sum fara at søkja um leitiloyvi í 4. útbjóðing á føroyska landgrunninum.