Kinverskur oljurisi borar nær við føroyska markið


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

14.05.2017 - 13:52

Oljan >

Tað er ikki á hvørjum degi, at tað verða boraðir nýggir oljuleitibrunnar á Atlantsmótinum. Síðani oljuprísurin kavaði í 2014 er lok lagt á oljuleiting í flestu pørtum av heiminum. Nú tykist hendagongdin at vera vend, og vit síggja aftur oljufeløg fara undir leitiboringar. So er eisini um okkara leiðir. Ì vikuni boðaði almenna kinesiska oljufelagið CNOOC, China National Offshore Oil Corporation, frá, at tað kanska longu í hesum mánaðinum fer at bora ein leitbrunn á Craster leiðini miðskeiðis millum Hetland og Føroyar. Hon liggur millum oljukelduna Clair og Foinaven og Schiehallion oljuleiðirnar og tískil ikki so langt frá føroyska markinum. At nýggir brunnar verða boraðir um okkara leiðir vil so aftur vera við til at varpa ljós á Føroyaøkið eisini. Tí eiga vit at fegnast um hesa gongdina.

Tað var varforsetin hjá CnoocNexen í Bretlandi, Mike Backus, sum boðaði frá ætlanini á eini oljuráðstevnu. Sett verður helst á at bora seinast í mai. Kinverska felagið er ikki einsamalt um hesa boring. Herfyri keypti bretski oljurisin, BP seg inn í loyvið, har Craster oljumiðið er. At tvey so mikið stór oljufeløg fara undir eina leitiboring á Atlantsmótinum nú, er eitt tekin um, at lív er í aftur oljuleitingini í okkara næsta grannalag. Meðan BP er ein gamal kenningur í hesum økinum, so er kinverska CNOOC ein lutvíst nýggjur leikari her. Síðani felagið keypti upp stóra kanadiska oljufelagið Nexen, sum hevur átt fleiri leitiloyvi í økinum vestan fyri Hetland, er tað vorðið meira og meira virkið á Atlantsmótinum. Hvør veit, kanska tað eisini hyggur longur vestur í hav – móti Føroyum. Tað vil tíðin so vísa.

Á ráðstevnuni Devex 2017 segði Backus frá CnoocNexen, at felagið sær fram til at vaksa á Atlantsmótinum og í Norðsjónum og sum hann málbar seg, felagið var ”not in wind-down mode”. Tíðin fyri framman verður helst tann mest virkna hjá felagnum yvirhøvur. Hann helt fyri, at niðurtúrurin, sum hevur verið í kjalarvørrinum á lækkaðu oljuprísunum, hevur eisini verið gagnligur og vísti á samanlegging av oljufeløgum og uppkeyp av loyvum og ognum og lægri kostnaði eitt nú til boring. Hann vísti annars á, at fyri flestu feløg er ein oljuprísur uppá 50 dollarar ov lágur fyri at fáa nakað yvirskot.

Stórur spenningur er eisini um ein annan leitibrunn á Atlantsmótinum. Talan er um Black Rock leitimiðið, sum liggur millum tey bæði oljufundini Rosebank og Cambo. Hesin brunnurin kann fáa avgerandi týdning fyri "hub" útbygging í hesum økinum, har fleiri oljukeldur kunnu bindast í eitt og sama framleiðsluskip. Fyri føroyska oljuleiting hevur hesin brunnurin eisini stóran áhuga, nú Black Rock leitimiðið liggur heilt tætt upp at markinum.