Stigtakarin og undangongumaðurin aftanfyri Atlantic Fair, Áki í Skemmuni saman við Høgna Hoydal, fiskimálaráðharra og Jógvan Skorheim, borgarstjóra í Klaksvík. Myndir Jan Müller/oljan.fo

Klaksvík vælegnað sum messustaður – Atlantic Fair aftur í 2019


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

03.07.2017 - 21:19

Oljan > Vinnulívið

Tað hoyrir eftir øllum at døma til tíðarandan, at nógv av virkseminum/tiltøkunum í landinum miðsavnast kring høvuðsstaðin og høvuðsstaðarøkið. So hevur m.a. verið við stórum ráðstevnum og messum av ymiskum slag. Men seinastu árini hava vit sæð eina broytta gongd, har vinnutiltøk so sum vinnumessur í stóran mun hava funnið sær innivist í sínum egna heimliga og náttúrliga umhvørvi. Vit hava sæð fiskivinnumiðdeplarnar í Eysturoynni og Norðoyggjum bjóðað seg fram at hýsa eitt nú fiskivinnu- og sjóvinnustevnum. Hetta má sigast at vera rættiliga náttúrligt og hevur seinasta stóra vinnustevnu tiltakið “Atlantic Fair” víst seg at hava fingið fast fótafesti í føroyska fiskivinnuhøvuðsstaðnum, Klaksvík.

4000 vitjandi
Hópurin av føroyskum og eisini útlendskum fyritøkum tóku lut á Atlantic Fair, sum varð hildið í mai. Ljós varð varpað á tað maritima tvs. sjóvinnuøkið, ið er ein drívmegin í føroyska samfelagnum. Vitjunartalið hesaferð var á leið tað sama sum seinast. Tey vitjandi vóru umleið 4000 í tali.

“Talið av útlendskum vitjanum vóru fleir enn í 2015, og haldi eg tað vera positivt, at útlendingar vísa Føroyum og føroyskum fyritøkum áhuga, og var tað eisini ein av grundgevingunum fyri at hava eina messu í Føroyum, har føroyskar fyritøkur á jøvnum føti við útlendskar, kunnu sýna fram í einum heimligum umhvørvi. Hetta hevur eisin verið við til at hækkað støði á háttinum føroyskar fyritøkur marknaðarføra seg, og sæst eisini aftur á básunum, sigur upphavsmaðurin til tiltakið, Áki í Skemmuni.

Mangul á gistingarplássum
Hann vísir á, at útlendskar vitjanir høvdu kunnað verið hægri, men størsta forðingin fyri tí, er hotelkapasiteturin í meginøkinum. Øll hotel og gistingarhús vóru fult bookað, so man hevur hoyrt um útlendigar sum settis aftur av hesum.

“Annars eri eg væl nøgdur við vitjunartalið, tí, sum eg plagi at siga, “eru framsýnararnir nøgdir, so eri eg nøgdur”, og tær afturmeldingar frá teimum framsýnarum eg tosaði við, tá messan var um at enda, vóru, at teir vóru væl nøgdir við talið á teimum vitjandi, og serliga dygdina á teimum vitjandi, og fleiri høvdu fingið nýggjar kontaktir, sum arbeiðast skal víðari við.”

Aftur í 2019
Áki í Skemmuni hevur saman við Klaksvíkar kommunu longu avgjørt, at tiltakið verður aftur í 2019. Fleiri framsýnarar hava eisini longu avlagt pláss til komandi tiltak. Avtala er undirskrivað við Klaksvíkar kommunu um afturvendan av tiltakinum, og eisini er avtala longu gjørd við Grafia og Norðlýsið um samstarv til komandi tiltak.

Viðkomandi framløgur
Framløgurnar, sum mest snúðu seg um sjóvinnumál og annars um slóðbrótandi fyritøkur í Klaksvík og teirra virksemi, um komandi oljuleiting og annað, sum hevur tilknýti til serstakliga fiskivinnu og alivinnu, vóru góðar og viðkomandi.

“Sonurin, sum passaði uppvørpuna, helt, at allir fyrilestrarnir vóru sera áhugaverdir, og talið á áhoyrarum var rímuliga gott og fleiri teirra hildu fyri, at fyrilestrarnir vóru sera áhugaverdir og viðkomandi. Sum ikki einaferð, so var Tobbi, tvs. borgarstjórin í Runavík, Tórbjørn Jacobsen tann, sum dróg flestar áhoyrarar, tá var næstan fult. Á sín livandi og spennandi hátt greiddi hann frá virksemi á Skálafjørðinum upp gjøgnum tíðirnar og fram til í dag, har stórar útbyggingar fara fram. Við komandi undirsjóvartunlinum og útbyggingum av ymsum slag fer fjørðurin uttan iva at gerast ein brenni- og miðdepil fyri bæði vinnulív og menning annars.”

Sera góðir karmar
Áki í Skemmuni, sum hyggur aftur á hetta stóra tiltakið, heldur fyri, at hesin táttur við at hava tíðarhóskandi framløgur um vinnulívið, er sera kærkomin og fer at verða endurtikin.

Maðurin aftanfyri tær fýra stevnurnar, sum higartil hava verið, er til dystin fús enn einaferð, og tann fimta stevnan er longu sett út í kortið. Tað, sum fær hann at trúgva uppá hetta hvørja ferð, eru sera góðu karmarnir, sum Klaksvíkin hevur at bjóða slíkum tiltaki.

Tær tvær samanbundnu ítróttarhallirnar, uttanum umhvørvið, við møguleikum at hava útiframsýning, - góðu parkeringsmøguleikarnir - og ikki at gloyma, tað stóra vinnuvirksemið, sum er í norður-eystur økinum, ger Klaksvíkina til eitt upplagt messustað.

Matarstøð og annað eru eisini fleiri nú, so umstøðurnar eru munandi batnaðar síðani messan flutti. Og hvør veit – helst eru tær uppaftur betri og fjølbroyttari um tvey ár, tá stevnufløggini aftur verða vundin á stong.