Knýta føroyingar tættari at Bretlandi og bretar tættari at Føroyum


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

14.12.2016 - 10:21

Oljan >


Ein teirra, sum er fegin um komandi broytingar í føroyska loftferðslulandslagnum, er stjórin í Vága Floghavn, Jákup Sverri Kass. Hansara uppgáva er at tryggja, at føroysk og útlendsk flogfeløg, ið brúka flogvøllin í Vágum, eru nøgd við tær mongu tænastur, sum henda einasta føroyska floghavnin hevur at bjóða. Tað er heldur eingin loyna, at Jákup Sverri leingi hevur havt vónir um vaksandi virksemi á flogvøllinum og helst við útlendskum flogfeløgum eisini. Flogvøllurin og føroyska flogfelagið Atlantic Airways hava leingi verið sum eitt. Hesi hava líkasum hildið lív í hvørjum øðrum. Men sum árini ganga og flogvallarviðurskiftini betrast og talið á ferðafólki, sum koma og fara, bara økist, so heldur flogvallarstjórin eisini tað er gott við at fáa nýtt blóð inn í menningina. Hann er tí fegin um, at landsstýrið hevur gjørt av at ganga umsókn frá tveimum útlendskum flogfeløgum, SAS og Loganair, á møti.

Oljuportalurin hitti Jákup Sverra Kass, tá oljumessa varð í Aberdeen í 2013. Tá umrøddi hann møguleikan at fáa flogfeløg, sum virka har á leiðini, eisini at flúgva uppá Føroyar. Sjálvur eydnaðist honum at fáa fund við stjóran í skotska flogfelagnum, sum gjørdu greitt, at tey høvdu eina Føroyarutu við í framtíðar tilrættaleggingini. Og her varð tað greitt, at nógva oljuvirksemið í økinum, kundi vera ein drívmegi undir slíkari ætlan.

Nú hendi tað so, at Loganair tók avgerð um at søkja um loyvi at flúgva millum Aberdeen og Vágar um summarið. Og nú er so givið grønt ljós frá føroyskari síðu. Málið er longu komið so væl áleiðis, at man nú kann bíleggja ferð til Aberdeen og aftur á bæði loganair.co.uk og á flybe.com. Prísurin er úr 1500 DKK aftur og fram.

Jákup Sverri Kass, sum eisini er spentur um nýggju rutuna hjá SAS, sum verður alt árið, heldur tað tó eisini vera sera forkunnugt við nýggju rutuni til Skotlands.

“Eitt er Aberdeen og Highlands sum ferðamál. Hetta er eitt ferðamál sum søguliga hevur fingið nógvar føroyingar til at flúgva til Skotlands. Harumframt eru nógvir møguleikar at flúgva víðari í Bretlandi og Europa úr Aberdeen. Sum partur av Flybe, letur eitt felag sum Loganair upp fyri nógvum møguleikum at knýta føroyingar tættari at Bretlandi og bretar tættari at Føroyum. Loganair hevur eisini avtalu við m.a. British Airways, og letur hetta upp fyri nógvum møguleikum úr Aberdeen.

Eg vænti ein vøkstur í og við at talan er um eitt felag, sum hevur nógv sambond víðari og kennir sítt heimabeiti. Hetta verður at røkka ferðafólki, sum vit ikki røkka í dag. At Loganair nú eisini fer at marknaðarføra Føroyar verður ein fyrimunur fyri føroyska ferðavinnu - ongin ivi um tað. So ja, eg meti, at tað er pláss fyri tveimum feløgum til Skotlands. Serliga tí at eg ikki meti, at tað fer at taka burturav køkuni, sum er í dag, men fer at gera samlaðu køkuna størri - tí at vit røkka einum tilfeingi, sum vit ikki hava megnað at fáa fatur á fyrr.

Jákup Sverri vísir á tað sambandið, sum fyrr hevur verið millum londini.

“Føroyingar kenna Aberdeen, the Highlands, Hetland og Orkney frá fyrr, tá ið sambond vóru ímillum londini og oyggjasamfeløgini. Føroyskt vinnulív, harundir Føroya Tele, sum hevur arbeiði har um leiðir, hava eisini eftirspurt betur samband til Norðurskotland.

Nógvir føroyingar mynstra úr Aberdeen, og eisini er beinleiðis samband við BMI Regional til Esbjerg har føroyingar mynstra við eitt nú ESVAGT.

Eisini er gott politiskt samband millum Føroyar, Orkney og Hetland. Hesi oyggjalondini hava toppfundir á hægsta stigi, og har hava tey eisini ynskt betur samband millum londini.

Norðurskotland er eitt spennandi ferðamál við einari spírandi mentan, góð golføki, whiskeyframleiðarar og eisini frítíðarøki, sum eitt nú Nairn. Náttúran er vøkur og tað er lætt at ferðast við bili ella tok í økinum. Nevnast kunnu Isle of Sky, Ullapool, Thurso, Wick, Inverness og sjálvandi eisini Aberdeen sjálvt.

Vága Floghavn vónar, at undirtøkan fyri rutuni verður væl móttikin av bæði føroyingum og skotum. Tað er stutt og lætt at ferðast til Aberdeen og eisini víðari út úr Aberdeen.

Skotskir miðlar skriva annars um afturgongd í sambandi við flogferðsluna í Aberdeen. Til tað sigur Jákup Sverri Kass, at her er serliga talan um businesstrafikk, sum er tætt knýttur at oljuvinnuni. Rutan hjá Loganair, sum byrjar 26. maj 2017 er ein summarruta, sum serliga leggur seg eftir vanligum ferðafólkum. Og av tí at fleiri summarrutur eru komnar til og frá Aberdeen seinastu árini, so eru góðir møguleikar hjá bæði føroyingum og útlendingum at brúka Aberdeen sum millumstað.

Nógvir føroyingar mynstra við fiski- og fraktskipum úr Aberdeen og er afturmeldingin frá hesum útisiglarum sera jalig. Tað er í dag sera tíðarkrevjandi at koma til og frá Aberdeen.

Loganair hevur ætlan um at flúgva ímillum Aberdeen og Føroyar tvær ferðir um vikuna frá 26. maj til 3. septembur 2017. Tey ætla at flúgva fríggjadagar og sunnudagar. Flogfarið, sum tey ætla at brúka er eitt SAAB 2000, sum tekur 50 fólk. Fríggjadag er fráferðin úr Aberdeen kl. 9.55 og fráferðin úr Vágum kl. 12.20.

Sunnudag er fráferðin úr Aberdeen kl. 12.20 og fráferðin úr Vágum kl. 15.40 Nýggja sambandið er lagt soleiðis, at tað eru flogfør, sum flúgva beinleiðis víðari til Birmingham, Manchester, Kirkwall (Orkney) og Sumburg (Shetland). Harumframt hevur Loganair eina avtalu við British Airways beinleiðis til eitt nú London.