Poul Michselsen: "Føroyska oljuævintýrið ein sólskinssøga hóast onga olju". Mynd Jan Müller/oljan.fo

Kunnu róliga fara inn í framtíðina við verandi oljulóggávu


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

16.03.2017 - 15:47

Oljan >

”At oljulóggávan, sum hevur verið galdandi higartil, hevur rigggað væl, er eingin loyna. Eg haldi vit róliga kunnu fara inn í framtíðina við henni eisini. Henda nýggja útbjóðing skal hjálpa okkum at finna oljuna, og hon skal so eisini verða við til at skapa eitt ávíst virksemi í Føroyum,” segði Poul Michelsen, landsstýrismaður m.a., tá 4. oljuútbjóðing varð fyri á tingi nú um dagarnar.

Væl lýst

Tað var annars ein nøgdur landsstýrismaður í oljumálum, sum á tingi í farnu viku tók samanum orðaskiftið til 1. viðgerð av eini nýggjari oljuleiting í Føroyum. Poul Michelsen, sum hevur lagt uppskot til 4. útbjóðing fyri tingið, helt, at málið varð væl lýst undir hesi fyrstu viðgerðini.

Landsstýrismaðurin duldi ikki fyri, at hann var samdur við teimum av framsøgufólkunum, sum hava fegnast um føroysku oljutilgongdina, har vit hava ment eina nýggja vinnu, uttan at olja er funnin.

Ment nýggja vinnu uttan at finna olju

’”Eg hugsi júst sum tey flestu av tykkum, at tað er fantastiskt, at vit í hesi tíðini, síðani man byrjaði at tosa um olju, hava ment okkum so ómetaliga nógv innan økið - uttan at hava funnið ein dropa av olju. Her liggja nógvir førleikar eftir í samfelagnum øllum. Og hvat er meira náttúrligt enn júst tað, at vit føroyingar á tí maritima økinum eru frammaliga. Hugsa vit um, hvat slag av vinnu vit føroyingar eru góðir til, so er tað júst hetta við tí maritima. Vit hava nógv fólk, sum duga eina rúgvu á øllum møguligum økjum. Nú duga vit eisini at arbeiða í oljuvinnuni við teimum tænastum, sum hoyra til har. Vit raka rætt her, og hetta er júst tað, sum føroyingar duga.”

Gransking og vitan

Poul Michelsen nevndi eisini tiltakið, sum varð fyriskipað fyri altjóða oljufeløgum í London í fjør.

”Orsøkin til at vit vóru í London fyri at leggja fram 4. útbjóðingarumfarið var eisini tann, at Jarðfeingi har kundi leggja fram eina nýggja greining av dátum so sum seismikki, sum hevur verið skotin seinastu árini. Imeðan øll onnur hava verið í eini óvissari bíðistøðu, so hava tey á Jarðfeingi greinað og tulkað boridata og seismikktilfar og eru komin munandi longur við tí tilfarinum, sum aftur kann geva oljufeløgunum eina betri fatan av økinum og eisini eina størri trygd fyri, hvat er av møguleikum. Hetta hevur eisini samband til tann basaltknútin, sum Bjørt Samuelsen eftirlýsti í síni framløgu. Við hesum nýggja tilfarinum eru vit komin eitt týðandi stig víðari, har vit m.a. betur síggja gjøgnum basaltið og kunnu síggja, hvørjar avbjóðingarnar eru .

Poul Michelsen vísti á, at meðan onnur lond eitt nú grannar okkara, bretar og írar, hava brúkt stórar upphæddir til at skjóta og tulka nýggjan seismikk, so hava vit valt tað frá. Ístaðin hevur man raðfest nýggja tulking av verandi data so sum seismikki.

Lóggáva og framtíðin

”Hví fara vit so ikki inn og skifta taktikk í sambandi við gjøld, ásetingar og hvørt av sínum, spurdi landsstýrismaðurin, og sipaði til, at onkur av framsøgufólkunum høvdu lagt upp til at gera broytingar í m.a. avgjøldum og skatti fyri at ”lokka” oljufeløgini henda vegin.

”Tá er tað tí, at tær skipanir vit hava dúvað uppá higartil, viðvíkjandi royalty, skatti, føroyskum keikanti, hevur meira ella minni riggað, og tað er einki felag, sum hevur sagt nei takk orsakað av tí skipan, ið hevur verið galdandi. Vit hava heldur ikki fatan av, at tað verður nakað felag, sum í framtíðini fer at krevja, at vit gera nakrar broytingar hvørki í skatti ella keikanti.”

Landsstýrismaðurin segði víðari, at tað verður heldur ikki tað, sum fer at avgera, um oljufeløgini koma til Føroya.

”Tí hyggur tú eftir teimum upphæddum, sum arbeitt verður við, so eru tað ikki tær, ið avgera, hvør vítt feløgini koma henda vegin ella ikki. Tað eri eg í hvussu er sannførdur um. Eg skal ikki siga, at Vinnunevndin fer inn og hyggur eftir hesum og heldur nakað annað, nú tað er onkur, sum heldur, at man við slíkum broytingum kann lokka feløgini at koma. Tað skal eg ikki avvísa, men tað er ikki tann fatan, sum eg ella mínir ráðgevar hava.

Heimurin tørvar olju og gass

At lóggávan, sum vit hava havt higartil, hevur riggað væl, er eingin loyna. Og eg haldi vit róliga kunnu fara inn í framtíðina við hesi. Henda nýggja útbjóðing skal hjálpa okkum at finna oljuna, og hon skal so eisini verða við til at skapa eitt ávíst virksemi í Føroyum. Og sum kann vera við til at seta ringar í vatnið.”

”Vit vilja fegin vera grøn, men sum Jógvan Skorheim sigur, so eru vit ikki meira grøn enn so, at meginparturin av heiminum framvegis brúkar svarta orku. At fornokta tað vildi verið at yvirspælt okkara leiklut. Har er ein møguleiki. Og tað avleidda virksemið, sum leiting hevur skapt í nærum øllum liðum, er ikki at undirmeta. So eg vil siga, at tað er ómetaliga týdningarmikið, at vit halda hetta í fokus. Við tí lutvíst avmarkaðu orku vit brúka uppá hetta, kunnu vit saktans fáa eitt virksemi. Oljuprísurin kann eisini fara vaksa aftur.

Væleydnað tiltak í London

Poul Michelsen minti aftur á væleydnaðu móttøkuna í London og segði seg vera sannførdan um, at tað sjáldan ella ongantíð hava verið so nógv oljufeløg av tí rætta slagnum til eitt slíkt kunningartiltak, tá hugsað verður um støðuna, sum vinnan er í sum heild. Orsøkin man vera tann, at oljufeløgini síggja møguleikar við Føroyar.

”Vit fara inn í hetta við opnari pannu og við trúnni uppá, at tað fer at geva úrslit. Um tað ikki fer at geva ”Jackpot” beinanvegin, so eru vit kortini ávegis, og sjálvur eg eri sannførdur um, at olja í vinnuligu rakstri er í Føroyum.”

Landsstýrismaðurin nevndi síðani komandi útbjóðingar, sum longu eru á tekniborðinum. Eitt nú fevnir 5. útbjóðing um økið vestan fyri, har nakað av seismikki er skotin. Tað eru feløg, sum bjóða seg fram til at skjóta seismikk í tí økinum fyri at fáa meira at vita.

Heldur veruliga útbjóðing enn open door

Poul Michelsen segði seg ikki hava sama ótta sum Jørgen Niclasen, tá eitt so stórt øki verður boðið út.

”Eg eri ikki so bangin fyri tí, sum Jørgen Niclasen nemur við, at vit áttu at langt dent á eina open door skipan heldur enn eina veruliga útbjóðing. Eg skal ikki útiloka, at tað er ein máti at gera tingini uppá. Men vit eru sannførd um, at útbjóðingina vit hava lagt upp til, fara feløgini at søkja inn til. Tað er eingin, sum fer at bjóða uppá alt økið. Og vit, sum samráðast, fara heldur ikki at geva loyvi til at bjóða upp á alt. Vit týra hesum og samráðast við partarnar og tryggja okkum at vit hava ”hond í hanka” við tí menning, sum skal fara fram.

Maritimi depulin

Landsstýrismaðurin kom eisini inn á tann maritima tilfeingisdepilin, sum hevur verið nógv frammi í almenna rúminum.

”Vit hava brúkt nógva tið uppá at lýsa ymsar tættir í samfelagnum, og vit fara at halda fram við at lýsa og ítøkiligera tann maritima depilin. Síðani kemur tað til hetta við at sáa og heysta. Eitt ella stað skal man lýsa teir møguleikar vit hava, og tað gera vit á fleiri økjum eitt nú við tí maritima deplinum.

Poul Michelsen endaði við at svara ynskinum hjá Magnusi Rasmussen, sum vónaði, at Vinnumálaráðið fór at skera ígjøgnum og tryggja, at Føroyar fara at luttaka við egnum bási á altjóða oljumessuni í Aberdeen í heyst.

”Vit eru ómetaliga aggressiv á marknaðinum í løtuni. Aberdeen-messan er soleiðis skrúvað saman, at hon passar ikki inn í tey áhugamál vit hava í løtuni. Henda messan umfatar meira veitaratænatasur. Okkara fólk eru sum vera man á øðrum messum, ráðstevnum og tiltøkum, har fokus burturav er á framtíðar oljuleiting.

Men lat meg enda við at undirstrika, at føroyska oljuævintýrið higartil hevur verið ein sólskinssøga. Nú ræður um at finna oljuna og harvið eisini leggja lunnar undir víðari menning av verandi oljuvinnu.”

Uppskotið til 4. útbjóðing er nú til viðgerðar í Vinnunevndini.