Oljan liggur í rivum í grundfjallinum

Lancaster oljukeldan kann gerast nýggj fyrimynd á Atlantsmótinum


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

23.03.2018 - 16:55

Oljan >

Oljukeldan Lancaster vestan fyri Hetland og eystan fyri føroyska markið, sum varð funnin nøkur ár herfyri, kann fáa kolveltandi týdning og gerast nýggj fyrimynd fyri oljuleiting á Atlantsmótinum og í Norðsjónum sum heild. Tað metir stjórin í Hurricane Energy, sum stendur á odda fyri útbyggingarætlanini av hesi heldur óvanligu oljukelduni vestan fyri Hetland. Talan er nevniliga um eitt heilt nýtt slag av oljuvirksemi, sum verður nevnt ”fractured basement”.

Oljan í hesi og øðrum keldum í grannalagnum liggur goymd niðri í sjálvum grundfjallinum, sum er úr granitti, og fyrsta framleiðslan haðani kann tí eisini gerast nýggj kolvelting fyri økið millum Hetland og Føroyar. Roknað er við at tað goyma seg 2,6 mia. tunnur av olju í hesum økinum. Umframt høvuðskelduna Lancaster, hevur Hurricane eisini funnið fleiri aðrar keldur í grannalagnum, eitt nú Lincoln, Halifax, Warwick og Whirlewind. Hesar liggja allar sunnan fyri tær stóru oljukeldurnar Schiehallion og Foinaven, sum eisini liggja tætt við føroyska markið.

Lancaster er størsta fundið á bretska landgrunninum síðani risakeldan Buzzard varð funnin í Norðsjónum í 2001. Stjórin í felagnum Robert Trice sigur, at møguleiki er at finna hetta slagið av oljugoymslum aðrastaðni á Atlantsmótinum eisini og annars ymsa staðni kring heimin. Hann heldur, at tað uttan iva eisini finst grundfjall úr granitti, sum kann goyma olju av hesum slag bæði í miðnorðsjónum og norðara partinum av Norðsjónum. Nú skal menningin og útbyggingin av Lancaster vestan fyri Hetland fyrst standa sína roynd og verður í løtuni arbeitt við eini útbyggingarætlan, har tað verður farið fram stig fyri stig.

Av tí at hetta er heilt nýtt slag av oljuvirksemi er stórur spenningur um úrslitið av hesi fyrstu framleiðsluni. Eitt FPSO oljuskip, Aoka Mizu, sum varð brúkt til framleiðslu hjá Atlantic Petroleum í síni tíð í Norðsjónum, verður í løtuni gjørt klárt til at framleiða fyrstu oljuna á Lancasterleiðini. Tað er umvælt og nútímansgjørt á eini skipasmiðju í Miðeystri og kemur á leiðina í heyst. Ætlanin er at byrja fyrstu framleiðsluna tíðliga í 2019.