Framleiðsluskipið, sum í heyst kemur á leiðina eystan fyri markið

Lancaster útbygging eystan fyri føroyska markið væl áleiðis


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

22.05.2018 - 14:05

Oljan >


Útbyggingin av Lancaster oljukelduni har suðuri í økinum millum Hetland og Føroyar nærkast. Framleiðsluskipið Aoka Mizu, sum verður nútímansgjørt á skipasmiðju í Dubai, er um at vera klárt til at sigla teinin til oljuleiðina í Atlantshavi.

Um somu tíð verður nú arbeitt við at gera útbúnaðin, sum skal standa á havbotninum á Lancaster leiðini, kláran. Hann verður fluttur við serútgjørdum skipi. Roknað verður við fyrstu framleiðsluni frá hesi nýggjastu oljukelduni vestan fyri Hetland einaferð í næsta ári. Talan er í fyrsta umfari um eina minni útbygging fyri at royna og meta um goymslurnar. Seinni er ætlanin so eisini at binda aðrar oljukeldur í grannalagnum, her fyrst og fremst Lincoln og Halifax, í Lancaster kelduna, sum tá verður ein depil í hesum nýggja oljuøkinum, ið liggur sunnan fyri framleiðandi oljukeldurnar Foinaven og Schiehallion.

Fyribils metingar siga, at fleiri milliardir tunnur av olju liggja goymdar í undirgrundini í hesum økinum, sum eisini verður nevnt ”The Greater Lancaser Area.” Sagt verður eisini, at fundini í hesum økinum eru tey mest áhugaverdu, sum eru gjørd vestan fyri Hetland síðani ár 2000. Talan er um at framleiða olju út einum nýggjum jarðfrøðiligum umhvørvi eisini nevnt ”fractured basement”. Tvs. at oljan liggur goymd í sjálvum grundfjallinum.

Tað er oljufelagið Hurricane Energy, sum einsamalt stendur fyri hesum oljuøkinum.