Glendaroch leitimiðið, har Total nú fer at bora, liggur sunnan fyri oljukeldurnar Edradour og Glenlivet, ið liggja millum Hetland og Føroyar.

Leita eftir gassi eystan fyri Føroyar


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

21.05.2018 - 14:32

Oljan >

Franska oljufelagið Total boðar nú frá, at tað er við at gera klárt at bora ein leitibrunn millum Hetland og Føroyar. Brunnurin verður boraður av pallinum Stena Don á leitimiðinum Glendaroch, sum liggur nærhendis gasskeldunum Edradour og Glenlivet miðskeiðis millum Hetland og føroyska markið. Hesar keldurnar eru partur av tí fyrsta gasskjarnanum í økinum, Laggan Tormore. Frá hesum fýra gasskeldunum gongur ein gassleiðing til Sullom Voe í Hetlandi, har ein nýggj verksmiðja tekur ímóti gassinum frá Atlantsmótinum.

Hetta er fyrsti veruligi gassdepilin burturav á Atlantsmótinum og hevur hann stóran týdning fyri orkuveitingina í Betlandi. Hann er partur av ætlanini hjá stjórnini at gera Atlantsmótið til ein gassframleiðandi landlut, sum skal vera við til at nøkta tørvin hjá Stórabretlandi á gassi til milliónir av húsarhaldum.

Brunnurin, sum sett verður á at bora seinast í hesum mánaðinum, skal vera partur av undirstøðukervinum í Edradour umhvørvinum og verður vónað, at hesin brunnurin goymir stórar nøgdir av gassi. Hann skal síðani bindast í útbúnaðin, sum stendur á havbotninum á Edradour kelduni og hiðani fer gassið so víðari gjøgnum rørleiðingina frá Laggan Tormore til Hetlands. Total miðjar eftir at fáa nýggju framleiðsluna í gongd í 2019.

Total, sum er fyrsta oljufelagið, ið miðvíst er farið eftir gassinum í undirgrundini eystan fyri Føroyar, bíðar í løtuni í spenningi eftir, at bretska stjórnin skal lata oljufeløgum nýggj loyvi, sum eru boðin út í 30. útbjóðingini á bretska landgrunninum. Felagið eigur sum er nógv loyvi í økjum, sum liggja tætt við Føroyar. Tað var annars í hesum økjum, at felagið í fjør skjeyt seismikk við heimsins størsta seismikkskipi av Ramform slagnum, og sum m.a. brúkti Fuglafjørð sum útgerðarhavn.

Umframt Total arbeiða eisini onnur oljufeløg við nýggjum og spennandi gassverkætlanum eystan fyri føroyska markið. Her er tað oljufelagið Siccar Point Energy, sum herfyri keypti allar ognirnar hjá eysturríkska oljufelagnum OMV, sum fyrireikar seg uppá at bora ein leitibrunn á gassleitimiðinum Lyon, ið liggur nakað longur norðuri. Tann boringin byrjar í næstum og verður hon væleydnað, so er ætlanin at hon skal gerast ein nýggjur gassdepil á Atlantsmótinum og fevna um fleiri aðrar gasskeldur har á leiðini eisini, Bunnehaven, Tobermory og Cragganmore. Ætlanin er at fara undir eina nýggja gassútbygging á hesi leiðini longu næsta ár. Hon verður nevnd "The Northern Gas Area". Gassleiðin longur syðri ber heitið "The Southern Gas Area". Við hesum báðum framleiðandi gassleiðunum sær bretska stjórnin Atlantsmótið sum ein støðugt meira týðandi part av tess royndum at fáa orkutørvin nøktaðan.