Sharara-oljuøkið. Mynd: Oil and Gaspeople

Libya: Milits hevur stongt ein triðing av oljuframleiðsluni


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jógvan Hugo Gardar

28.03.2017 - 16:08

Oljan >

Manglandi lønar|utgjalding hevur fingið eina milits í Libya til at stongja fyri umleið einum triðingi av oljuframleiðsluni hjá kríggsherjaða landinum. Hetta skrivar Dow Jones Newswires, vísandi til eina keldu í libysku umsitingini.

Sambært Dow Jones Newswires eydnaðist militsini at stongja bæði Sharara-økið og Wafa, sum er eitt minni oljuøki. Harvið minkaði oljuframleiðslan við 250.000 fætum av olju um dagin.

Orsøkin til at militsin valdi at stongja oljuøkini, er at vaktarliðini sum halda vakt á oljuøkjunum ikki hava fingið løn.