Aksel Johannessen, løgmaður sær framtíðar møguleikar í oljuleiting og einum oljuvinnuvirksemi eisini.

Løgmaður: - Oljuvinna kann gerast enn ein súla undir búskapi og samfelag


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

07.08.2017 - 09:57

Oljan >

Umframt mongu stóru vinnulívsmálini, sum løgmaður tók fram í síni ólavsøkurøðu, nam hann eisini við onnur vinnumál, herundir komandi oljuleiting á landgrunninum og eina framtíðar føroyska oljuvinnu.

"Vit fara nú undir 4. útbjóðingarumfar eftir kolvetni í føroysku undirgrundini, og við hesum seta vit aftur ferð á leiting eftir kolvetni undir Føroyum. Verður kolvetni í lønandi nøgdum funnið, kann hetta skapa nýggjar inntøkur til samfelagið – bæði við nýggjum vinnuligum virksemi og avgjøldum til landskassan. Oljuvinnan kann tí gerast enn ein súla undir okkara búskapi og samfelag", stendur at lesa í ískoytisfrágreiðingini til løgmansrøðuna.

Tað var í seinastu tingsetu, at eitt samlað løgting samtykti uppskot frá landsstýrismanninum í vinnumálum, Poul Michelsen, um at fara undir aftur oljuleiting við Føroyar. Hetta hendi 17. mai og verður útbjóðingin opin fram til 17. februar í 2018.