"Kúlubøkan" er eitt av teimum áhugaverdu leitimiðjunum á føroyska landgrunninum, sum verður mett at kunna goyma stórar nøgdir av gassi. Hon verður á skránni í Vinnuhúsinum í dag kl. 15

Lýsa føroysku undirgrundina við nýggjum eygum


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

25.09.2017 - 14:06

Oljan >


Í dag og í morgin verða tvær áhugverdar framløgur, sum fara at varpa nýtt ljós á føroysku undirgrundina, eitt nú við oljuleiting fyri eygað. Hesar eru partur av tiltakinum “Vísindavøkuni”, sum verður í Havn og í Leirvík.

Í dag kl. 15.00 fer Óluva Eidesgaard, jarðfrøðingur á Jarðfeingi, at hava framløgu í Vinnuhúsinum undir heitinum “Oljuríkt móðurgrýti eystan fyri Føroyar”.

Seinastu árini hava starvsfólk á Jarðfeingi granskað og viðgjørt data av føroysku undirgrundini av nýggjum. Á heimleiðisfundinum verða hesi úrslit løgd fram, og Óluva Eidesgaard vísir á áhugaverdar og nýggjar møguleikar í føroyska økinum.

Oljuvinnufelagið skipar fyri tiltakinum, sum er alment, og øll eru vælkomin skrivar Vinnuhúsið á síni heimasíðu.

Hitt tiltakið er týskvøldið í Bátasavninum í Leirvík. Heri Ziska frá Jarðfeingi fer at greiða frá um "Leitimiðið Helena; eitt úrslit av jarðfrøðiligari endurskoðan av føroyska landgrunninum". Tiltakið byrjar kl. 19.30.

Báðar framløgurnar hava eisini tilknýti til komandi oljuleiting á landgrunninum. Tær eru nevniliga partur av sjálvum grundarlagnum fyri 4. útbjóðing, sum lat upp 17. mai í ár og sum letur aftur 17. februar næsta ár. Jarðfeingi hevur gjørt og ger eitt stórt arbeiði fyri at kunna um nýggju tulkingarnar av undirgrundini við tí vón, at hetta aftur fer at vekja áhugan hjá oljufeløgum at leita í føroysku undirgrundini.