Maersk Drilling og Maersk Supply Service stovna nýtt offshorefelag


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

18.04.2018 - 10:56

Oljan > Olja > Frálandavinna

Maersk Drilling og Maersk Supply Service, sum bæði standa til sølu, hava júst stovnað eitt nýtt felag. Tað skal vera partur av milliarda marknaðinum í sambandi við niðurtøku av gomlum oljupallum.

”Við vaksandi tørvinum á decommissioning tvs. niðurtøku av gomlum pallum í økjum, har framleiðslan er við at enda, leita stjórnir og oljufeløg eftir partnarum at standa fyri hesi stóru og avbjóðandi uppgávuni”, sigur Jørn Madsen, stjóri í Maersk Drilling. Hann heldur feløgini hava so mikið drúgvar royndir, at tey kunnu vera við til at lækka prísin fyri niðurtøku av palllum, sum so aftur kann gagna kundunum.

Bæði Maersk Drilling og Maersk Supply Service hava síðani Maersk samtakið fór í ymsar ættir verið til sølu. Herfyri vóru Maersk Oil selt til Total og Maeersk Tankers til APN Holding. Tað hevur kortini víst seg at vera torført at sleppa av við tey írestandi Maersk feløgini.

Komandi árini fara nógvar oljukeldur at vera tómar og skulu harvið beinast burtur. Í Norðsjónum verður mett, at tilsamans 400 felt skulu gevast við framleiðsluni fram móti 2026 og uppruddingin av hesum fer at kosta einar 56 mia. dollarar. Kring allan heimin er talan um 700 felt.

Nýggja joint venture felagið millum Maersk Drilling og Maersk Supply fer at hava høvuðsskrivstovu í Lyngby og Lars Banke verður stjóri. Nýggja felagið krevur eina íløgu uppá 20 mió. dollarar, sum skal nøkta raksturin fyrsta árið.

Í dag arbeiða fitt av føroyingum hjá teimum báðum feløgunum.