Vágur er bláur. Tvey av eyðkendu Maersk frálandsskipunum her við bryggju í Vági í morgun. Mynd Torkil Strøm.

Maersk innrás í Vági


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

01.04.2017 - 10:30

Oljan >

Tað var einki minni enn ein sera litrík og føgur sjón, sum vágbingar vaknaðu upp til í morgun, tá tvey av risastóru Maersk veitingarskipunum lógu við bryggju í Vági. Her skulu tey liggja í eina tíð, til tey bæði seta kósina móti eysturstrond Kanada, har tey skulu veita sínar tænastur í sambandi við oljuvirksemi. Heldur enn at hava skipini liggjandi í danskari ella skotskari havn hevur leiðslan í Maersk saman við góðum ráðum frá føroyskum yvirmonnum tikið eitt fyri Føroyar og føroyingar skilagott stig, nevniliga at brúka føroyska havn og føroyskar vørur og tænastur.

Tað er strategiin og politikkurin hjá landsstýrinum, Vinnuhúsinum og vinnuni annars at gera Føroyar til ein maritiman tilfeingisdepil, og ber til at siga, at slíkt stig sum hetta hóskar væl inn í ta myndina. Einki at siga til, at tey í Vági fegnast, tí tað hevur leingi verið ynskið hjá býráðnum har at fáa útlendsk frálandsskip at brúka Vágs havn sum tænastuhavn. Í hesum sambandi hava myndugleikarnir lagt nógva orku í útbygging av havnini og at marknaðarføra hana á oljumessum. Herfyri fegnaðist borgarstjórin, Dennis Holm, um, at Maersk hevði tikið hetta stigið. Tá varð fyrri av Maersk bátunum, Maersk Launcher júst komin á Vág. Nú er so seinna skipið, Maersk Lancer eisini komið at bryggju. 

(Sí eisini samrøðu við skiparan, Magnus Andrias Samuelsen úr Havn á oljan.fo í dag. Hann heldur føroyingar eiga at gera eitt miðvíst marknaðarføringsarbeiði fyri at fáa útlendsk reiðarí at brúka Føroyar sum tænatustað eisini)