Mynd: EPA

Maersk Tankers selt fyri 7,3 mia. kr.


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

20.09.2017 - 14:32

Oljan >

A.P. Møller - Mærsk hevur selt partabrøvini í Maersk Tankers til APMH Invest (APMHI), sum A.P. Møller Holding eigur 100%. Sølan verður gjørd fyri at minka um skuldina. Søluprísurin er 1,171 mia. dollarar ella 7,256 mia. kr. Nýggi eigarin ætlar gjøgnum strategiskt samarbeiði at gera eitt eigarakonsortium fyri Maersk Tankers saman við japanska Mitsui & Co. Maersk Tankers fer framvegis at verða rikið undir navninum ”Maeersk Tankers” og fer at halda fram við at brúka sama logo.

Maersk Tankers hevur seinastu 100 árini bygt upp eina sterka fyritøku. Tað varð stovnað í 1928. ”Eg eri fegin um at kunna bjóða Mitsui vælkomið sum strategiskan partnara. Tað hevur somu virði og innlit í hesum ídnaðinum, sum eisini hóskar væl til A.P. Møller Holding,” sigur Roberg Uggla, ið stendur á odda fyri felagnum.

Nógvir føroyingar hava gjøgnum árini arbeitt hjá Maersk Tankers og nógvir eru har framvegis.

Herfyri varð Maersk Oil selt til fronsku oljufyritøkuna Total. Roknað verður við, at eisini Maersk Supply fer at verða selt.