Magni Arge á oljumessu í Norra, her saman við landsstýrismanni og býráðslimi

Magni Arge gevst í Oljuvinnufelagnum


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

30.04.2018 - 15:33

Oljan >
Týsdagin 24. apríl hevði Oljuvinnufelagið aðalfund. Fyri vali stóðu Magni Arge og Jostein Petersen. Hvørgin teirra tók við afturvali. Í nevndina vórðu valdir Christian Danielsen og Frimodt Rasmussen. Í nevndini sita nú Anja Jacobsen, Eli Lassen, Leif Hovgaard, Christian Danielsen og Frimodt Rasmussen. Nevndin skipaði seg við Anju Jacobsen sum forkvinnu og Eli Lassen sum næstformanni.

Magni Arge, sum hevur verið ein av undangongumonnunum í Oljuvinnufelagnum øll árini og sum nú hevur takkað fyri seg í Oljuvinnufelagnum, fór frá sum formaður í fjør men helt fram sum vanligur nevndarlimur. Tá hevði hann verið formaður í felagnum frá byrjan fyrst í 90-unum. Magni Arge varð eisini formaður í undangongufelagnum, "Føroya Oljuídnaður", sum varð stovnað í 1993. 

Øll hesi árini hevur hann saman við øðrum góðum fólki arbeitt fyri at menna eina føroyska vinnu rundan um oMagnljumenningina í Norðuratlantshavi. Leitingin við Føroyar, sum byrjaði í 2001, gjørdist ein uppgangstíð fyri føroyskar fyritøkur, sum høvdu tilknýti til frálands- og oljuvinnu her heima eins og burturi. Teir 9 brunnarnir, sum vórðu boraðir árini frá 2001 til 2014, settu nógvar ringar í sjógvin og góvu føroyskum offshorefyritøkum nógvar stórar og spennandi arbeiðsuppgávur. Sum stjóri í Atlantsflogi fekk Magni Arge eisini útvegað almenna flogfelagnum fleiri týðandi uppgávur í sambandi við umrøddu boringar. Nú hevur hann eftir øllum at døma burturav halgað seg til tað politiska arbeiðsøkið. 

Í Oljuvinnufelagnum, sum er partur av Vinnuhúsinum, eru í dag umleið 30 limafeløg. Nú eingin oljuleiting er í løtuni hevur tað eisini minkað um føroyska offshorevirksemið, tó at fleiri fyritøkur framvegis eru sera virknar í hesi vinnuni heima sum burturi.  

Um somu tíð sum Magni Arge gevst, so hevur enn ein veteranur í felagnum í mong ár, Jostein Petersen takkað fyri seg. Í fjør var tað enn ein av undangongumonnunum, Gunnbjørn Joensen, sum gavst í felagnum. Tískil eru flestu av andlitunum í Oljuvinnufelagnum meira ella minni nýggj, tó at Anja Jacobsen og Eli Lassen hava verið har í nøkur ár.