Brot úr filminum "Children of the Sea".

Marknaðarføra Føroyar sum sjóvinnutjóð við filminum Havsins børn


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

29.05.2017 - 14:52

Oljan > Vinna & Tøkni > Sjóvinna

Oljuvinnufelagið og Uttanríkis- og vinnumálaráðið gjørt nýggjan lýsingafilm um Føroyar sum sjóvinnutjóð


Tá landsstýrisaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen, herfyri lat upp 4. útbjóðing til oljuleiting við Føroyar, var eisini spildurnýggjur lýsingarfilmur um Føroyar sum sjóvinnutjóð frumframvístur. Endamálið við filminum er at lýsa Føroyar sum eitt framkomið oyggjasamfelag og varpa ljós á tær sjóvinnutænastur, sum føroyskar fyritøkur, havnir og myndugleikar kunnu veita. Stutt sagt: at marknaðarføra Føroyar sum sjóvinnutjóð og ein kappingarføran tænastudepil.

Oljuvinnufelagið hevur saman við Uttanríkis- og vinnumálaráðnum latið gjørt lýsingafilmin, og filmurin hevur fingið heitið “Children of the Sea”. Kovboyfilm hevur staðið fyri framleiðsluni. Sigast má at fyritøkan her hevur megnað sera professionelt at greiða úr hondum ein sera hugtakandi og vakran film, sum lýsir væl okkara geografisku støðu mitt í Atlantshavi við øllum teimum møguleikum og avbjóðingum, sum havið gevur. Eingin ivi er um, at hesin filmurin er kærkomin hjá teimum mongu, sum dagliga royna at marknaðarføra bæði Føroyar og føroyskar fyritøkur úti á altjóða marknaðum. 

Filmurin er almennur, og øll eru vælkomin at brúka filmin í egnari marknaðarføring.

Fleiri upplýsingar um føroyskar sjóvinnutænastur og fyritøkur eru at finna á heimasíðuni www.maritime-services.com.

https://vimeo.com/217664931


Kelda: Industry.fo