Richard Mortensen frá MEST kunnar russar um føroysku skipasmiðjuna

MEST fekk væl burtur úr vinnuferð til Kaliningrad


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

28.02.2017 - 18:18

Oljan > Vinna & Tøkni > Útflutningur

16. februar vóru 16 føroyskar fyritøkur á vitjan í Kaliningrad. Ferðin varð fyriskipað av føroysku sendistovuni í Moskva við Bjørn Kunoy á odda. Umboð fyri meira enn hálvthundrað russiskar fyritøkur høvdu høvi at hitta gestirnar úr Føroyum.

 “Hetta var eitt tiltak, sum hvør einstøk fyritøka ikki kundi staðið einsamøll fyri. Hetta er tí eitt gott dømi um, hvønn týdning samspælið millum vinnulív, sendistovu og mentan hevur – fyri at koma inn á nýggjar marknaðir”, sigur Richard Mortensen frá MEST.

Væl fyriskipað
Afturkomin frá ráðstevnu í Kaliningrad hava vit spurt Richard Mortensen, Sølu og Marknaðarleiðara á MEST, hvussu tiltakið hepnaðist.

“Tiltakið var fyriskipað soleiðis, at forsetin fyri Vinnuhúsið í Kaliningrad, F. Lapin, setti ráðstevnuna og  Bjørn Kunoy helt síðani eina røðu á russiskum. Hesum slapp hann væl frá og var hann eitt gott umboð fyri Føroyar. Ráðstevnan var í prýðiliga Havsavninum í Kaliningrad “World Ocean Museum”.

Síðani høvdu 6 føroyskar fyritøkur hvør sína framløgu fyri einum fullsettum sali av russiskum vinnulívsfólki – eini 40-50 fólk ella so. Hesar vóru  Combine-IT, Bergfrost, KJ, KSS, Rock Trawl Doors og MEST. Teir ymisku fyrilestrarnir góvu eina ábending av, hvat føroyskt vinnulív hevur at bjóða. Allir fyrilestrarnir vóru á enskum og vóru teir beinleiðis tulkaðir.

Fyritøkurnar, sum luttóku, vóru: Magn, Effo, Faroe Ship, Faroe Agency, Berglon, KSS, KJ, HDYGD, Combine-IT, North Pelagic, Pelagos, Rock Trawl Doors, Runavíkar Kommuna, Vita, Bergfrost og MEST.

Eftir fyrilestrarnar var ábit og síðani fundarvirksemi av ymsum slag. Hvør fyritøka hevði sín bás/borð og komu ymiskar russiskar fyritøkur og stovnar á fund. Nógvir av fundunum vóru fyriskipaðir frammanundan.

MEST væl burtur úr
Vit á MEST høvdu einar 8-10 fundir, og tað eru vit nøgd við. Vit hava avtalað at fylgja upp uppá hesar. Tað er serliga samstarv við reiðarí, ið hava fiskiloyvi kring Føroyar, sum vit eru áhugaði í. Umframt møguligt samstarv við framleiðslufyritøkur í Kaliningrad økinum.”, sigur Richard Mortensen, Sølu og Marknaðarleiðari á MEST.

Um kvøldið varð skipað fyri einum mentanartiltaki. Hetta fór fram í Biografinum “Zarya Cinema” í miðbýnum í Kaliningrad.

Uttanfyri biografin hingu tvey føroysk fløgg og á vegginum varð lýst við, at tveir føroyskir stuttfilmar vóru á skránni. Á skránni vóru filmirnir “Dalurin” v/ Heiðriki av Heygum og “Tunnan” við Jónfinni Stenberg og Jóannes Lamhauge. Áðrenn filmarnir vórðu vístir hevði sendimaðurin Bjørn Kunoy eina stutta røðu um føroyska filmsvinnu og um filmarnar – og var hetta ikki sørt hátíðarkent.

Salurin var stúgvandi fullur og fullu lógvabrestirnir, tá ið filmarnir vóru lidnir. Eftir filmarnar var ábit fyri innboðin. Hetta var í hugnaligum hølum í biografinum, har kokkurin Birgir Enni hevði spent seg út við alskyns føroyskum “tapas” kendum smárættum – mest innan laks og saltfisk.

Samspæl
“Hetta er eitt tiltak, sum hvør einstøk fyritøka ikki kundi staðið einsamøll fyri. Hetta er tí eitt gott dømi um, hvønn týdning samspæli millum vinnulív, sendistovu og mentan hevur – fyri at koma inn á nýggjar marknaðir”, heldur Richard Mortensen frá MEST fyri at enda.

Tær umleið 60 russisku fyritøkurnar, sum vórðu umboðaðar til tiltakið, vóru innan fiskivinnu, aling, fiskaframleiðslu, skipasmíð, træarbeiði, tolleftirlit, kunningartøkni, heilsølu og ymsar vørur.