Richard Mortensen, sølu- og marknaðarleiðari hjá MEST greiðir ghanesiskum oljumonnum frá Føroyum sum martimur tænastudepil í Norðuratlantshavi. Mynd Jan Müller

MEST við til at marknaðarføra Føroyar sum tænastudepil á Offshore Europe


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

12.09.2017 - 18:27

Oljan >

Jan Müller úr Aberdeen

Føroyar høvdu ongan landabás á oljumessuni “Offshore Europe” í Aberdeen í ár. Kortini vóru nakrar føroyskar fyritøkur við á messuni. Ein teirra var MEST, sum gjørdi brúk av tilboðnum hjá FOÍB (Føroya Oljuídnaðarbólki) at leggja fram tilfar um tænastur og veitingar hjá MEST samtakinum og føroyskum veitingarfyritøkum sum heild, á básinum hjá bransjufelagnum hjá bretskari oljuvinnu, Oil & Gas UK. Herfyri gjørdist føroyska FOÍB sum tað fyrsta nakrantíð uttan fyri Bretland, assosieraður limur í Oil & Gas UK. Hetta hevur so verið við til at lata upp dyrnar fyri eitt nú føroyskar fyritøkur at brúka bretska básin til sína marknaðarføring umframt hjá Jarðfeingi at leggja fram tilfar um 4. útbjóðing á føroyska landgrunninum.

Millum tilfarið hjá MEST var eisini ein kunning um ætlaninar og ynskini  hjá fyritøkuni at nútímansgera og inniloka turrdokkina á Skála. Í tíðindaskrivi, sum varð lagt fram á Offshore Europe og sum oljupressan har eisini fekk høvi at síggja, verður greitt frá hesi serstøku tænastuni hjá MEST, sum vil vera uppaftur meira forkunnug og kærkomin fyri frálandsvinnuna bæði norðan fyri Skotland og vestan fyri Noreg, tá og um ætlanin at inniloka turrdokkina gerst veruleiki. 

Mouritz Mohr, stjóri í MEST sigur í skrivinum, at fyritøkan við bæði verandi útbygging av turrdokk til at kunna taka ímóti frálandsskipum og eini møguligari komandi innilokan av dokkini saman við øðrum skipasmiðjum hjá fyritøkuni er nógv betri fyri at taka ímóti kundum í grannalagnum.

Og nú stórar íløgur verða gjørdar í oljuvinnuna eystan fyri markið, ynskir MEST umframt aðrar føroyskar veitingarfyritøkur at vera tilreiðar at veita vørur og tænastur til oljuvinnuna.

MEST ger í tíðindaskrivinum vart við royndirnar hjá føroyingum at menna eina veitingarvinnu, sum kann gagna øllum tí maritima økinum. Víst verður á fyrimunirnar hjá bæði skotum og norðmonnum at gera brúk av Føroyum sum maritimum tilfeingisdepli í Atlantshavi, sum m.a. geografiska støðan nær Skotlandi, Hetlandi, Íslandi og Norra, professionellar og dygdargóðar tænastur, ein liðilig arbeiðsstyrki og kappingarførar prísir.

“Vit í Mest eru errin av at kunna vera partur av hesi menningarætlan,” sigur Mouritz Mohr.

MEST við á messu

Fyri at vísa álvaran í hesum ætlanum hevði MEST sent sølu- og marknaðarleiðaran, Richard Mortensen á Offshore Europe messuna í Aberdeen.

Sambært Richard verður høvuðsdenturin lagdur á tvey øki í sølu- og marknaðararbeiðinum. Ein partur fevnir um at gera vart við skipasmiðjuvirksemið hjá MEST, og ein annar partur er PAM Offshore Service. Tey gera vart við, at MEST hevur gjørt íløgur í ein azimuth brunn á Skála og hevur ætlanir um at inniloka dokkina við eini høll har eisini, um neyðug loyvi fáast til tess. Hetta hevur við sær, at skip, sum hava virksemi eystan fyri Føroyar, lættliga kunnu fáa teirra skip umvæld í Føroyum.

“Ætlaðu íøgurnar á Skála kunnu styrkja munandi um okkara kappingarføri. Reiðarí innan vinnuna duldu ikki fyri áhuganum í at brúka Føroyar, um so er, at MEST hevur eina turrdokk”, sigur Richard Mortensen.

Hann nevnir eisini, at trúvirðið í boðskapinum uttanlands verður økt munandi, tá ið víst verður til Føroyar sum ein altjóða maritiman tænastudepil, ið kann bjóða heildarloysnir frá ymiskum fyritøkum í Føroyum. Fyritøkur, sum hava tænastuskip ella boripallar, hava jú ikki bara brúk fyri tænastum frá einari fyritøku, men frá fleiri ymiskum fyritøkum, tá ið uppgávurnar skulu loysast.

“Útgangsstøði var tí tikið í nýggju heimasíðuni, sum Oljuvinnufelagið hevur verið við til at ment undir heitinum maritime-services.com. Har verður millum annað nevnt,

at Føroyar liggja væl fyri landafrøðiliga,

at vit hava væl útbúgvin starvsfólk

at vit kunnu veita tænastur innan ein tíma radius kring alt landið

at vit eru kappingarfør hvat viðvíkur prísi og kostnaðarstøði

Á messuni var høvi at møta gomlum kenningum og at fáa eitt sindur av íblástri. Harumframt vóru fundir úti í býnum í Aberdeen hjá kundum teir áður hava hitt. Richard Mortensen fegnast um møguleikan, sum FOÍB hevur givið teimum gjøgnum sín limaskap í Oil & Gas UK at brúka teirra bás til at marknaðarføra Føroyar umframt framtíðar samstarv millum føroyskar og bretskar fyritøkur.

Samanumtikið geva slíkar messur møguleikan at gera vart við tínar tænastur og at fáa knýtt nýggj sambond.

Á messuni vóru eisini aðrar føroyskar veitingarfyritøkur, eitt nú EFFO, ASB og Runavíkar havn. Eisini legði stjórin á Atlantic Fair stevnutiltakinum í Klaksvík, Áki í Skemmuni sær leiðina til skotska oljuhøvuðsstaðin at fáa íblástur og sambond til komandi messuna í Klaksvík í 2019.