Birgir Durhuus, nevndarformaður í Atlantic Petroleum: -Útlendska árinið er sterkt í dag, og mest sannlíkt er, at felagið endar á útlendskum hondum.

Mest sannlíkt at Atlantic Petroleum endar á útlendskum hondum


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

25.11.2017 - 14:35

Oljan >


At stjórin í Atlantic Petroleum, Ben Arabo, hevur sagt upp og gevst 1. desember er enn eitt vegamóti í skjótt 20 ára longu søguni hjá føroyska oljufelagnum. Og helst fara vit um ikki so langa tíð at vera vitni til uppaftur eitt vegamót í søguni hjá felagnum, skulu vit ganga eftir orðunum hjá núverandi nevndarformanninum, Birgir Durhuus, sum rør framundir, at mest sannlíkt er, at felagið verður selt útlendingum.

“Ben Arabo hevur seinastu árini verið ímyndin av Atlantic Petroleum, og tað er í stóran mun honum at takka, at felagið er komið úr tronganum. Eisini hevur felagið havt hollan stuðul frá føroyskum íleggjarum og fíggjarfyritøkum, men útlendska árinið er eisini sterkt í dag, og mest sannlíkt er, at felagið endar á útlendskum hondum, um úrslit spyrst burtur úr okkara átøkum komandi mánaðirnar,” sigur Birgir Durhuus við Oljuportalin.

Nú um dagarnar varð kunngjørt, at nevndin hevur funnið ein fyribils avloysara til Ben Arabo. Tað er Greame Fawzett, sum hevur arbeitt í altjóða oljuvinnuni í 30 ár.

Birgir Durhuus vísir á, Atlantic Petroleum seinasta árið hevur mest brúkt orku uppá at fóta sær eftir herviligu kreppuna, sum rakti oljuvinnuna eftir oljuprísfallið í 2014. 

"Felagið hevur, millum annað av góðari leiðslu og íløgum í virðismiklar ognir, hórað sær undan, men prísurin hevur verið høgur. AP er í dag eitt felag við lítlari skuld, sterkari fígging og góðum útlitum fyri inntøkum frá 2018. Men um felagið aftur skal aktivt inn í oljuvinnuna, skal bygnaðurin endurreisast, og hetta tekur bæði tíð og kann verða kostnaðarmikið. Tí vilja vit ikki bara tveita okkum inn aftur í vinnuna, men steðga á og kanna, um tað eru aðrir møguleikar fyri, at okkara partabrævseigarar kunnu fáa sum mest burtur úr,” sigur Birgir Durhuus, nevndarformaður. Og tað er m.a. hesa uppgávuna, sum nevndin í Atlantic Petroleum hevur sett Graeme Fawzett til at røkja.