Arctic Lady við kós móti Skálafjørðinum. (Mynd: Ólavur Frederiksen)

MEST stendur fyri arbeiði á Arctic Lady á Skálafjørðinum


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

27.03.2017 - 17:13

Oljan >

LNG skipið Arctic Lady stevndi tíðliga í morgun inn á Skálafjørðin har hon skal liggja í nakrar dagar. Skipið, sum er skrásett í Hammerfest, fyllir nógv í Skálafjørðinum við síni 288 metrar longd og 50 metrar breidd.

Ymiskt arbeiði skal fremjast komandi dagarnar. Eitt nú skal ein Log tranducari undir botninum skiftast út, umframt at botnurin skal reinsast. Hetta verður gjørt í tøttum samstarvi við Green Marine Divers úr Fuglafirði. Arbeiði fyri framman fevnir eisini um at gólv í kontrolrúminum skal skiftast og eykalutir - eitt nú hydraulikkslangur – skulu skifast.

Sleipibáturin Samson hjá MEST hevur eisini úr at gera í samband við arbeiði, bæði hvat viðvíkur sleipitænastum og sum arbeiðsbátur í samband við kavaraarbeiðið.

MEST hevur í longri tíð verið í samskifti við reiðaríið um hvussu og hvar arbeiðið kundi gerast. Við royndum frá arbeiðinum við West Hercules var lítil ivingur um, at Skálafjørðurin var eitt hóskandi stað.

Hetta er triðja risastóra oljufarið, sum verður umvælt á Skálafjørðinum nú í nøkur ár. Fyrst kom stóri oljupallurin, West Hercules á fjørðin og fekk nógvar umvælingar gjørdar har. Síðani kom oljuflutningsskipið Maersk Edgar á Skálafjørðin, har tað eisini fekk umvælingar gjørdar. Og nú hava vit so fingið gassflutningsskipið Arctic Lady á fjørðin. Hetta má so avgjørt sigast at vera í tráð við ætlaninar hjá bæði vinnu og myndugleikum at gera Føroyar til ein maritiman tilfeingisdepil. Í løtuni liggur eisini eitt stórt frálandsskip hjá Maersk á Vági, har tað bíðar eftir at fara víðari til Kanada. So tað byrjar at líkjast.