Miðvís marknaðarføring av føroysku undirgrundini


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

03.12.2016 - 14:53

Oljan >

Síðani landsstýrið gjørdi av at halda fram við oljuleiting á føroyska landgrunninum, hevur eitt miðvíst arbeiði verið gjørt fyri at marknaðarføra undirgrundina við eini nýggjari útbjóðing fyri eygað. Nú henda útbjóðing nærkast eru eisini øll segl sett til, og á almenna stovninum Jarðfeingi brúka starvsfólkini øll hugsandi amboð fyri at skapa áhuga fyri komandi 4. útbjóðingarumfarinum.

Hetta verður gjørt á fleiri mótum, eitt nú við luttøku á altjóða oljumessum. Herfyri vóru fólk frá Jarðfeingi á oljumessuni PETEX í London, har eisini føroyski oljuráðharrin, Poul Michelsen hevði høvi til at vitja. Um somu tíð skipaðu Uttanríkis- og Vinnumálaráðið og Jarðfeingi fyri móttøku við umleið 20 altjóða oljufeløgum umborð á hotellskipi við Thames ánna. Á umrøddu messu og móttøku varð høvuðsboðskapurin ein nýggj leitiframtíð á føroyska landgrunninum, sum byrjar 17. mai næsta ár.

Umframt luttøkur á oljumessum, so arbeiða fakfólkini á Jarðfeingi eisini á øðrum marknaðarmótum. Eitt nú við at kunna um Føroyar og leitingina her í altjóða tíðarritum og bløðum. Heldur ikki her smæðast okkkara serfrøðingar burturúr.

JARÐFEINGI GREIN Í GEO EXPRO

Júst í hesum døgum hevur jarðfrøðingurin Óluva Eidesgaard áhugaverda kunnandi grein í populerjarðvísindaliga blaðnum GEO ExPro um framtíðar møguleikarnar at leita eftir olju og gassi á føroyska landgrunninum. Greinin viðger arbeiðið, ið fer fram á Jarðfeingi í løtuni. Hetta er arbeiði, sum eisini varð lagt fram um hálvan november á tiltaki í London, sum landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen, var vertur fyri. Hetta arbeiðið verður liðugt og lagt fram á fimtu FIEC-ráðstevnuni, sum verður hildin frá 16. til 18. mai komandi ár. Tann 17. mai letur fjórða útbjóðingarumfarið á føroyska landgrunninum upp og letur aftur níggju mánaðir seinni, tann 17. februar 2018. Síðani ganga eini tríggir mánaðir, til loyvi verða latin møguligum umsøkjarum.

GEO ExPro er leiðandi populervísindaligt blað um oljujarðvísindi, og umframt at kunna lesast online hevur tað sum blað eisini haldarar kring allan knøttin. Blaðið er kent fyri sínar víttfevnandi og lættskiljandi greinar um jarðvísindina og tøknina aftanfyri, og verður millum annað ofta brúkt sum skúlatilfar um jarðvísind. Hetta veit heimasíðan hjá Jarðfeingi at siga frá.

Greinin kann lesast her.

Online-leinkjan til Geo ExPro sæst her.