Fosen-ætlanin er ein av størstu vindorkuætlanunum í Noregi. Mynd: Fosen Vind

Minkandi vindur gav minni av orku


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jógvan Hugo Gardar

28.02.2017 - 07:50

Oljan >

Norska orkuráðið, Norges vassdrags- og energidirektorat (NVE), upplýsir at samstundis sum vindorkunetið verður bygt út við rúkandi ferð í Noregi, so minkaði orkuframleiðslan frá vindorkuni í 2016.

Vindorkuframleiðslan í 2016 gjørdis munandi lægri enn framleiðslan tað tey kalla eitt normalt ár. Hetta stendur at lesa í eini frágreiðing sum NVE hevur almannakunngjørt.

Norsku vindmyllurnar framleiddu í 2016 2,125 terrawatttímar, samanborið við 2,511 árið fyri. Ein minking í framleiðsluni uppá 15 prosent.

Ráðgevin David Edward Weir hjá NVE, sigur í samrøðu við Sysla, at 2016 var næstvanaligasta vindárið síðani 1981. Bara í 2010 hevur tað verið minni av vindi hesi árini.