Mótmæla oljuboring í Barentshavinum


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jógvan Hugo Gardar

23.07.2017 - 10:18

Oljan >

Fimm gummibátar frá Greenpeace við motmælisfólkum stimaðu fríggjakvøldi móti leitiøkinum hjá Statoil á Hoop-leiðini í Barentshavinum. Fólk úr 19 londum luttóku í mótmælisátakinum, skrivar tíðindastovan NTB.

Leiðarin fyri Greenpeace Noregi, Truls Gulowsen sigur at felagsskapurin hevur sent skipið Arctic Sunrise til leiðina fyri at skjalprógva leitivirksemi.

29 persónar úr 19 londum luttaka í átakinum. Hoop liggur Einar 275 kilometrar norðanfyri Nordkapp. Í juni fekk Statoil leitiloyvi til brunnin Gemini Nord. Greenpeace hevur saman við Natur og Ungdom saksøkt norska statin fyri tað tey meina er ólóglig oljuboring í Barentshavinum.

Rættarmálið kemur fyri í november, men Statoil hevur fingið loyvið at byrja boringina longu nú.

Gulowsen sigur at Arctic Sunrise skal sigla í Norðurhøvum í alt summar fyri at prógva og visa sina osemju moti oljuvirkseminum serliga í Barentshavinum.