Mr. Oil í Norra á ovastu rók í Novo Nordisk


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

23.03.2018 - 10:31

Oljan >


Fyrrverandi oljustjóri á odda fyri størstu fyritøkuni í Norðurlondum

Helge Lund, fyrrverandi stjóri í norsku oljufyritøkuni Statoil, hevur nú fingið enn eina álitisváttan, nú hann er settur sum nevndarformaður í størstu fyritøkuni í Norðurlondum, Novo Nordisk. Hetta hendir eftir, at fyrrverandi nevndarformaðurin, Gøran Ando, ikki ynskti afturval.

“Tá Åge Hareide torir, so tori eg eisini,,” sigur Helge Lund í eini viðmerking til danska blaðið Børsen. Hann sipar her til venjarastarvið hjá Hareide á danska fótbóltslandsliðnum.

Tíðindastovan Reuters skrivar, at Mr. Oil í Norra nú hevur sett seg á ovastu rók í størstu fyritøkuni í Norðurlondum. Hetta út frá hansara drúgvu arbeiðsroyndum í norsku og bretsku oljuvinnuni. Hann var stjóri í Statoil frá 2004 til 2014 og eftir tað í BG, sum tó seinni varð uppkeypt av Shell.

Novo Nordisk, sum m.a. er fremst í heiminum at framleiða heilivág til fólk við diabetes, hevur eitt marknaðarvirði uppá 753 mia. norskar kr. Samanbera vit við Statoil, so er tess marknaðarvirði 600 mia.

Helge Lund var stjóri í Statoil meginpartin av tíðini, tá Statoil boraði eftir olju í Føroyum. Hann var við til at seta fuglfirðingin Rúna M. Hansen sum ovasta leiðara fyri øllum virksemi hjá Statoil í Arktis.

Helge Lund hevur tó ikki slept alt sambandið til Føroyar. Hann er nevniliga nevndarlimur í Tjaldur, har Rúni M. Hansen, hansara gamli arbeiðsfelagi, er nevndarformaður.