Nærum 1000 føroyingar starvast beinleiðis innan shippingvinnuna


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

05.02.2018 - 12:29

Oljan >

Mikudagin 31. januar hevði Reiðarafelagið fyri Farmaskip (RFF) aðalfund. Fyri vali á aðalfundinum stóðu Hentzar Steingrímsson, Jónas Sigmarsson, Sjúrður Johansen og Bogi P. Nielsen. Allir vórðu teir afturvaldir.

Í ársfrásøgnini, sum formaðurin, Jens Meinhard Rasmussen, legði fram á aðalfundinum, varð m.a. víst á eina uppgerð, sum er grundað á tøl frá limunum í RFF, og sum vísir, hvussu nógv fólk starvast í vinnugreinini, á sjógvi og landi.

Uppgerðin vísir, umleið 600 føroyingar hava sín vinnuveg við einum handilsskipi. Afturat hesum eru knapt 400 sjófólk úr hinum norðurlondunum og umleið 350 sjófólk aðrastaðni frá. Á sjónum er talan um útvið 1350 sjófólk.

Tað er harafturat vert at leggja merki til, at út við 300 fólk á landi hava sín vinnuveg í einum reiðaríi, sum er limur í RFF.

Afturat hesum koma sjálvandi fleiri onnur, sum ikki starvast beinleiðis hjá einum limi í RFF, men sum annars hava alt ella partar av sínum yrki í vinnugreinini.

Tað er sostatt einki at ivast í, at vinnugreinin er ein týðandi partur av føroyska vinnulandslagnum, og at vinnugreinin, eisini tá talan er um arbeiðspláss, er við til at styrkja føroyska samfelagið.

Skipini hjá limareiðaríunum í RFF virka í Norður-Europa, Norður-Amerika, Afrika, Indiska Havinum, stutt sagt um allan heimin, tó virka flest skip í norður-europeiskum øki.

Til ber at lesa alla nevndarfrásøgnina her.

Í nevndini í RFF sita nú Jens Meinhard Rasmussen, formaður, Hentzar Steingrímsson, næstformaður, Gunnbjørn Joensen, Rúni V. Poulsen, Jónas Sigmarsson, Sjúrður Johansen og Bogi P. Nielsen.

Kelda: Vinnuhúsið