Ben Arabo, stjóri í Atlantic Petroleum. Mynd: Jógvan H. Gardar

Atlantic Petroleum gerst fyristøðufelag á Orlando- og Kells-loyvunum


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jógvan Hugo Gardar

12.12.2016 - 09:27

Oljan >

Atlantic Petroleum hevur kravt at fyristøðufelagið á fleiri av leitiloyvunum har Atlantic Petroleum eigur lut í, skal missa hendan rættin. Í staðin vil Atlantic Petroleum sjálvt taka sær av leiklutinum sum fyristøðufelag.


Hetta boðar felagið frá í einum boðum til keypsskálan.


Avgerðin um at vilja yvirtaka fyristøðuleiklutin bleiv tikin fríggjadagin, og almannakunngjørd seint í gjárkvøldi.


Fríggjadagin innkallaði Atlantic Petroleum sokallaðu Joint Operating Committee fyri Orlando- og Kells-loyvini. Orsøkin til at Atlantic Petroleum nú vil taka við sum fyristøðufelag, er at Iona Energy, sum hevur verið fyristøðufelag, er farið undir alment eftirlit, tí fíggjarliga støðan er so ring.


- Orlando-økið og Kells hava stóran týdning fyri Atlantic Petroleum, og vit ætla okkum at samstarva tætt við myndugleikar, hinar loyviseigararnar og onnur sum hava áhugamál í hesum loyvunum, sigur Ben Arabo, stjóri.


Myndugleikarnir í Bretlandi skulu góðkenna at Atlantic Petroleum yvirtekur sum fyristøðufelag.