Nógv olja eftir í donsku undirgrundini


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

04.07.2017 - 14:27

Oljan >


Danmark hevur bara tikið upp helvtina av allari oljuni og gassinum, sum er í donsku undirgrundini í Norðsjónum. Enn liggja goymdar einar 3 mia. tunnur av olju í undirgrundini. Síðani fyrstu oljuframleiðsluna í 1972 og fram til 2015 hevur Danmark tikið upp meira enn 3,8 mia. tunnur av olju og gassi skriva danskir miðlar. Fyri at fáa restina av oljuni upp er neyðugt við stórum íløgum bæði í verandi keldur og útbygging av nýggjum. Bert helvtin av oljuni, sum enn liggur í undirgrundini, kann takast upp við núverandi tøkni. Tí er neyðugt  at menna nýggja tøkni fyri at fáa oljuna upp. Henda tøknin skal so eisini gera, at tann nøgdin, sum fæst upp, verður økt við sjey prosentum til 34%. Nakað av oljuni finst eisini í smærri fundum, har tað ikki loysir seg at byggja út til framleiðslu. Framleiðslan hevur higartil givið 415 mia. kr. til danska statskassan. Hetta merkir, at svarta gullið hevur havt munandi týdning fyri danska búskapin. Men støðan í løtuni er tann, at framleiðslan er minkadi, og prísurin lækkar, sum merkist í landskassanum.

Danmark er tað einasta landið í ES, sum útflytir olju og gass, og kolvetnisframleiðslan tryggjar Danmark, soleiðis at tað er minni heft av innfluttari orku. Fyri at kunna halda fram við oljuframleiðsluni er neyðugt at gera stórar íøgur í undirstøðukervið. Í mars vórðu staturin og Dansk Undergrunds Consortium samd um eina avtalu fyri útvinnan av olju og gassi. Hetta varð neyðugt, nú oljuprísurin lækkkaði, og tí Tyrafeltið tørvaði umvælingar og nútímansgerð. Sambært avtaluni koma oljufeløgini at rinda minni í skatti næstu níggju árini. Hækkar oljuprísurin aftur til omanfyri 70 dollarar fyri tunnuna, so verður skatturin hækkaður samsvarandi.