Nógvar uppsagnir í norsku frálandsvinnuni


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

07.03.2017 - 08:05

Oljan >

Stóru sparingarnar í norsku oljuvinnuni svíða hjá starvsfólkunum. Tey trý størstu frálandsreiðaríini søgdu í 2016 umleið ein fjórðing av øllum starvsfólkunum upp. Hetta skrivar norski miðilin sysla.no. Lági oljuprísurin er høvuðsorsøkin til nógvu uppsagnirnar. Tær tríggjar størstu fyritøkurnar eru DOF Offshore, Solstad/REM og Farstad Shipping. Tilsamans mistu 2.141 starvsfólk arbeiðið í hesum fyritøkunum í 2016, svarandi til 24%. Solstad, Deep Sea Supply og  Farstad Shipping  eru í ferð við at leggja saman til eitt risastórt frálandsreiðarí  undir navninum Solstrand Farsstad við tilsamans 154 skipum. Hetta fer at hava við sær, at talið av skipum, sum verða løgd, verður enn størri og tað fer so aftur at hava fleiri uppsagnir við sær í hesum árinum. Hóast konsolideringin av reiðaríunum í offshorevinnuni ger sera ilt fyri starvsfólkini, so metir bankin DNB, at hetta er skilabesti mátin at koma sær úr kreppuni. Størri fyritøkur og lægri kostnaður eru vegurin. Eisini 2017 verður eitt avbjóðandi ár fyri vinnuna og neyðugt verður at halda fram á somuleið við at leggja feløg saman so tey verða størri og fara at hava færri útreiðslur sigur stjórin í DNB.