Tord Lien, olju- og orkumálaráðharri í Noregi leggur eftir øllum at døma frá sær týsdagin. Mynd: Olje- og energidepartementet

Broyting á veg í norsku stjórnini


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jógvan Hugo Gardar

18.12.2016 - 18:46

Oljan >

Framsóknarflokkurin kemur týsdagin at gera eina broyting í síni stjórnarmanning. hetta skriva norskir miðlar seinnapartin. Løgmálaráðharrin Anders Aanundsen og oljumálaráðharrin Tord Lien noyðast at leggja frá sær. Í staðin koma Per-Willy Amundsen og terje Søviknes inn sum raðharrar, bert knappar sjey mánaðir áðrenn næsta val til Stórtingið.

Bæði Aanundsen og Lien hava sitið sum ráðharrar síðani Høgri og Framsóknarflokkurin skipaðu stjórn aftaná valið í september 2013.

Amundsen er í løtuni skrivari í Kommunumálaráðnum, men hevur eisini í nógv ár havt tilflytaramál sum sítt serøki sum Stórtingslimur. Nú kemur hann at sita sum ráðharri saman við Sylvi Listhaug, og stýra norska tilflytarapolitikkinum. 

Søviknes situr sítt fimta skeið sum borgarstjóri í Os kommunu, uttanfyri Bergen. Hann var í toppleiðsluni í Framsóknarflokkinum, og var mettur sum ein sum kundi koma at avloysa Carl I. hagen sum formann í flokkinum. Hansara kappingarneyti var Siv Jensen, sum seinni tók við sum forkvinna. Men á landsfundinum hjá ungdómsflokkinum, Fremskrittspartiets Ungdom, í 2001 kom fram at Søviknes hevði havt seksuella samveru við eina bert 16 ára gamla gentu í ungdómsflokkinum. Ta hetta kom fram, eftir at gentan sjálv fór á talarastólin og fortaldi um hendingina, so noyddist Søviknes at siga frá sær øll størv í flokkinum. Síðani hevur hann brúkt tíðina sum borgarstjóri, og kom aftur í aðalstjórnina hja flokkinum í 2013. Nú metir flokkurin at tíðin er komin til at hann sleppur framat einum ráðharrasessi.

Talan verður ikki um nakra broyting í politikkinum hjá norsku stjórnini, men skal heldur síggjast sum ein fyrireiking hj\a Framsóknarflokkinum til komandi valdyst. Veljarakanningarnar hava í longri tíð givið Framsóknarflokkinum um tíggju prosent av veljarunum. Tað er langt frá málinum um at gerast tann størsti borgarligi flokkurin við millum 25 og 30 prosent av veljarunum.