Ingrid Sølvberg, stjóri í norska oljudirektoratinum metir, at tvífalt so nógv olja og gass, sum er funnið, liggur fjalt í undirgrundini. Kelda: ODE

Norra bert funnið helvtina av allari oljuni


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

16.06.2017 - 19:15

Oljan >


Hóast Norra nú í fimti ár hevur framleitt olju og gass úr norsku undirgrundini, so bendir einki á, at oljugoymslurnar eru við at tømast. Tvørturímóti vísir nýggjasta frágreiðingin frá Oljudirektoratinum, at tvífalt so nógv olja og gass, sum er funnið higartil, liggur fjalt í undirgrundini. Virðini av hesum fara at røkka langt inn í framtíðina sigur stovnurin. Metingarnar av tí olju og gassi, sum liggur goymt í undirgrundini, bara vaksa og vaksa. Ingrid Sølvberg, stjóri fyri útbygging og raksturi í Oljudirektoratinum sigur, at ynskiligt er at feløg við neyðugu vitanini og førleikunum og ikki minst framkomnari tøkni vilja brúka orku uppá at finna fjaldu norsku oljuna.

Í løtuni verður mett um 77 fund á norska landgrunninum, um tey skulu byggjast út til framleiðslu. Flestu teirra eru í Norðsjónum men tey størstu eru í Barentshavinum. Mett verður at nógv meira olja kann eisini takast upp í verandi feltum við eitt nú at brúka nýggja tøkni. Men treytin fyri at kunna fara eftir oljuni er, at feløg gera íløgur. ”Norski landgrunnurin hevur annars leingi verið brúktur – sum eitt slag av laboratorium - til at royna nýggja tøkni, sum so aftur hevur ment oljuframleiðsluna og leitingina,” sigur Sølvberg, sum heldur, at Norra hevur tørv á ambitiøsum verkfrøðingum og vissionerum leiðarum, sum gjøgnum samstarv millum oljufeløg, myndugleikar og veitarar kunnu varðveita og menna virksemið á norska landgrunninum.