Norsk frálandsvinna óttast meira trýst frá oljufeløgum


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

22.01.2018 - 15:20

Oljan >


Eftir eina drúgva undantaksstøðu í norsku frálandsvinnuni nú í fleiri ár í kjalarvørrinum á oljupríslækkingini, kunnu uppaftur fleiri sparingar hjá oljufeløgunum fáa álvarsligar avleiðingar fyri specialreiðaríini innan frálandsvinnuna, sigur stjórin í norska reiðarafelagnum. Og við eini rúgvu av skipum, sum nú liggja fyri teym, bera norskir reiðarar ótta fyri, at uppaftur fleiri sparingar hjá oljufeløgunum, kunnu fáa álvarsligar avleiðingar.

”Vit hava verið gjøgnum tíðir við gjøldum, sum ikki meira enn kunnu rinda fyri rakstrarútreiðslurnar. Og vit eru komnir á eitt støði, har uppaftur fleiri sparingar fara at hava álvarsligar avleiðingar í mun til evnini at taka lut í nýggjum vøkstri,” sigur Harald Solberg, stjóori í norska reiðarafelagnum til Dagens Næringsliv.

"Allir partar í virðisketuni eru bundnir at sunnum inntøkum uppá longri sikt. Vit hava verið í eini tíð við stórum tapum, nærum eini undantaksstøðu, og arbeitt hevur verið hart fyri at yvirliva. Tá virksemið veksur og støðan verður meira normal aftur, kunnu vit bara vóna, at gjøldini fyri okkara tænastur til oljufeløgini fara at vaksa aftur.”

Erik Tønne, analytikari í fyritøkuni Clarksons Platou, er samdur við reiðarunum:

"Einki avkast av kapitalinum er í løtuni við teimum gjøldum vit hava í dag, og reiðaríini eru so mikið illa fyri, at tey hava onga staðni at fara til at skerja útreiðslurnar meira,” sigur hann.