Norsk oljuleiting varpar ljós á Barentshavið


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

13.03.2017 - 20:17

Oljan >


Tað sær ikki mætari út, enn at norskir myndugleikar síggja størstu møguleikar fyri at gera stór olju- og gassfund vera í Barentshavinum. Av tilsamans 102 teigum, sum nú verða bodnir út til oljuleiting, eru 93 í Barentshavinum. Eftir ætlanini verður miðjað móti at bjóða øki út í øðrum ársfjórðingi við afturlating av útbjóðingini í seinasta ársfjórðingi í ár.

Dentur verður lagdur á øki í Barentshavinum og Norskahavinum, har leiting ikki hevur verið áður og har mett verður, at møguleiki er fyri at gera stór olju- og gassfund. Leiting í hesum økjunum hevur stóran týdning fyri at kunna varðveita virksemið á norska landgrunninum uppá langt sikt.

”Hetta verður ein verulig Barentshavs-útbjóðing. Fyri okkum er tað sera umráðandi at kunna varðveita virksemi langt fram í tíðina. Hetta er eitt týðandi signal um, at vit veruliga leggja okkum eftir at varpa ljós á økini har norðuri,” sigur norsku oljuráðharrin Terje Søviknes sambært NTB.

Norska útbjóðing kemur nærum um somu tíð sum tann føroyska, ið letur upp í øðrum ársfjórðingi og aftur miðjan februar 2018.