Norska sjóverjan steðgar Greenpeace mótmælistiltøkum


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

18.08.2017 - 19:29

Oljan >


Eftir at hava mótmælt boringini hjá Statoil á Korpfjell leiðini har eysturi í Barentshavinum við kajakkum og skjóttgangandi bátum hevur norska sjóverjan nú steðgað mótmælisfólkunum hjá umhvørvisfelagsskapinum Greenpeace.  Ein bólkur av mótmælisfólkum kom sær inn um 500 metra trygdarøkið kring boripallin Songa Ebabler, sum borar ein leitibrunn 400 kilometrar norðan fyri Norra. Tað var Statoil, sum hevði kallað á løgregluna, tí tað metti tað vera ólógligt og vandamikið hjá bátum at koma inn um trygdarsonuna.

Greenpeace skipið "The Arctic Sunrise”, sum er móðurskip hjá smærri mótmælisførunum, verður í løtuni togað burtur frá boriøkinum, til Tromsø í Norðurnorra. Umborð á skipinum eru 35 mótmælisfólk umframt manningina. Norska løgreglan sigur í eini viðmerking, at Greenpeace fólkini vórðu biðin um at rýma úr økinum, tí tey órógvaðu eina boring, og tað er í stríð við norsku oljulógina. Greenpeace sigur, at tað hevur rætt til at mótmæla í altjóða sjógvi, tí boringin er ein hóttan móti fuglalívinum í økinum umframt at ganga ímóti norsku skyldunum at minka um CO2 útlátið. Norska oljuvinnan stendur fyri einum fjóðringi av samlaða útlátinum í Norra.

Statoil setti á at bora tann týdningarmikla Korpfjell brunnin í farnu viku. Talan er um ein brunn, sum verður mettur at kunna goyma nógva olju og gass og sum verður boraður av Statoil og øðrum feløgum.