Norskar oljuverkætlanir skapa 100.000 nýggj arbeiðspláss


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

19.12.2017 - 17:33

Oljan >

Seinastu tíðina hava vit frætt um fleiri nýggjar og stórar oljuverkætlanir, sum antin eru farnar ella fara av bakkastokki í næstu framtíð. Henda sannroynd hevur fingið norska olju- og orkumálaráðharran til at koma við tí forsøgn, at tað fara av verða skapt 100.000 nýggj ársverk. Her er so bara talan um tær verkætlanir, ið eru lagdar fram í 2017. Hetta skrivar Dagens Næringsliv.

Eitt stórt tal av umsóknum um útbyggingar av oljukeldum er seinastu tíðina endað á borðinum hjá norska olju- og orkuráðharranum, Terja Søviknes. Talan snýr seg í løtuni um 10 slíkar útbyggingar fyri 125 mia. norskar kr.

”Hesar verkætlanir fara tilsamans at geva arbeiði til 100.000 fólk í útbyggingartíðini,” sigur Terje Søviknes, sum metir, at við hesum er norska oljuvinnan, sum hevur verið meint rakt av lækkandi oljuprísum, við at koma fyri seg aftur. Ein orsøk til hesi mongu nýggju størvini er eisini tann, at tað hevur eydnast norsku veitarafyritøkunum at gerast kappingarførar, tí tær hava megnað at fáa útreiðslurnar niður.

”Hetta er ótrúligt fyri veitingarvinnuna, sum hevur havt nøkur torfør ár. Bæði stórar og smærri fyritøkur siga nú frá, at tær síggja eina ljósari framtíð longu frá 2018 og árini eftir tað,” sigur Terje Søviknes.